Fyri tveimum vikum síðan kom Maersk Air við einum tilboði til kundar sínar um at teir kundu savna saman bonusstig og soleiðis vinna sær ymsar ágóðar. Sera stutt eftir svaraði Atlantic Airways átakinum hjá kappingarneytanum við einum líknandi átakið við bonusstigum.
Eingin ivi er um, at hetta er eitt tekin um vaksandi kapping millum flogfeløgini, tí tað er ikki ókeypis hjá flogfeløgunum at bjóða viðskiftafólki sínum ágóðar av hesum slag.
Men herðaða kappingin millum feløgini fer fram heilt á skeivum øki, heldur føroyska Kappingarráðið, sum ikki er nøgt við kappingarstøðuna á Føroyarutuni.
- Ynskiligt var, um flogfeløgini á Føroyarutuni fóru at kappast um at hava lægstu prísirnar heldur enn at kappast um alt møguligt annað uttanfyri sjálvan prísin, sigur Terje Sigurðsson á Kappingarráðnum, spurdur um hvat hann heldur um nýggju bonusskipanirnar hjá flogfeløgunum á Føroyarutuni.
Føroyska Kappingarráðið fer tó einki at gera við málið, tí tað er ikki teirra borð. Loftferðslumál eru danskt málsøki, og avgerðarrætturin liggur tískil hjá danska ferðslumálaráðnum.
Sjálv Føroyarutan, sum Atlantic Airways og Maersk Air røkja, er undir strongum príseftirliti. Danska ferðslumálaráðið skal góðkenna allar prísbroytingar. Men tað merkir ikki at flogfeløgini á Føroyarutuni ikki sleppa at lækka prísin hvør í sínum lagi.
Ikki ein króna á muni
Tað kann tykjast sum at kundin fær bæði í posa og sekk, tá hann fær ?ókeypis? ágóðar frá flogfelagnum, um hann bara syrgir fyri at fáa eitt stempul í sítt bonuskort, hvørja ferð hann flýgur úr Føroyum.
Men ágóðarnir kosta, og tað er, so natúrligt, sum tað ljóðar, kundarnir, ið óbeinleiðis gjalda kostnaðin ígjøgnum ferðaseðlaprísin.
Í dag kostar ein fullur ferðaseðil millum Vágar og Keypmannahavn 5055 krónur, um hann verður keyptur frá Atlantic Airways og 5055 krónur um hann verður keyptur frá
Maersk Air. Prísmunurin er snøggar null krónur. Sami prísmunur er millum bíligaru APEX ferðaseðlunum hjá báðum flogfeløgum.
Búffar eru óviðkomandi
Sjálva prísleguna hevur Kappingarráðið onga viðmerking til, men kann bara staðfesta, at kappingin millum flogfeløgini ikki sæst aftur á føstu listaprísunum hjá feløgunum, og tað er í prinsippinum ósunt fyri marknaðin.
- Sum útgangsstøði halda vit, at fólk eiga at gjalda fyri tað, sum tey biðja um, nevniliga flogferðaseðlar, og ikki fyri onnur óviðkomandi ting so sum búffar og biografbilettir, sigur Terje Sigurðsson.
Tað ber til at vinna sær eina flogferð ígjøgnum bonusskipanirnar hjá báðum flogfeløgunum, um ein flýgur minst fimm ferðir úr Føroyum innan tvey ár. Men fyri at fáa tann ágóðan er neyðugt hjá flestu brúkarum at velja annað felagið út og flúgva við hesum hvørja ferð. Tað fremur ikki fríari kapping, sambært Kappingarráðnun.
- Ein bonusskipan leggur upp til kundaloyalitet, og tað er í sær sjálvum problematiskt, tí helst skulu kundarnir kunna skifta millum flogfeløgini so ofta teimum lystir, sigur Terje Sigurðsson.
SAS hevur leingi havt eina skipan við bonusstigum, sum eisini hevur verið galdandi á Føroyarutuni. Men hesari skipan hevur Kappingarráðið ikki somu mótstøðu ímóti, tí bæði flogfeløgini á rutuni brúka hesa skipan, og tí ber til hjá kundunum at vinna sær stig á somu skipan uttan mun til hvat flogfelag tey velja.
- Harumframt geva bonusstigini hjá SAS so at siga bert ágóðar, sum hava við ferðing at gera, meðan bonusskipanirnar á Føroyarutuni hava alskyns óviðkomandi ágóðar, sigur Terje Sigurðsson.
Ynskja fría kapping
At kappingin á Føroyarutuni verður stýrd so neyvt, sum eftir núverandi skipan, er ikki ynskiligt sambært Kappingarráðnum.
- Eftir okkara tykki átti man at fingið gongd á fría kapping á Føroyarutuni. Tó vilja vit tilmæla, at kappingin fer fram undir skipaðum viðurskiftum og eftirlitið, tí annars er vandi fyri at annað felagið kann trýsta hitt av marknaðinum, og tað hevði verið tað ringasta sum kundi hent fyri kappingina á økinum. Men marknaðurin átti eftir okkara tykki at verið útsettur fyri størri kapping, enn hann í løtuni er, sigur Terje Sigurðsson á Kappingarráðnum.
Tað heldur í øllum førum annað flogfelagið á Føroyarutuni eisini. Per Brinch, kunningarstjórin hjá Maersk Air, sigur, at Maersk Air ynskir púra fría kapping á Føroyarutuni eins og hon er á øllum øðrum rutum, sum flogfelagið røkir.
- Tað er ein keðilig bureaukratisk forðing fyri kappingini, at allar prísásetingar skulu ígjøgnum danska ferðslumálaráðið, og hana vilja vit gjarna hava burtur, soleiðis at vit kunnu kappast frítt, sigur kunningarstjórin hjá danska flogfelagnum. Maersk Air heitti fyri fáum árum síðan á danska ferðslumálaráðið um at frælsgera kappingina á Føroyarutuni, men tað varð noktað.
At ferðslumálaráðið skal góðkenna prísirnar merkir tó ikki at ferðslumálaráðið krevur at prísirnir skulu vera fullkomiliga eins hjá teimum báðum flogfeløgunum. Spurdur um hví teir eru tað, sigur Peter Brinch, kunningarstjóri hjá Maersk Air.
- Tað er ikki vit, sum hava syrgt fyri tí. Vit hava sett tann ferðaseðlaprísin, sum vit halda vera rættur. Vit hava ikki hugt at hvat kappingarneytin selur sínar fyri, men vit kunnu staðfesta, at listaprísirnir eru púra eins.
Tað var tíverri ikki møguligt at fáa telefonsamband við Magna Arge, stjóra á Atlantic Airways, áðrenn evstamark.