Lat tað vera sagt beinanvegin, at her er soðið alt ov tunt, og man hetta tónleikapolitiska útspæli vera eindømi á okkara leiðum. Tað er í hvussu er sera sjáldan at ein sær politikkarar, ella vónarpolitikkarar, í grannalondum okkara koma við uppskoti um almennan stuðul til kariokisangarar og døgnflugutónleik. Men ein skal helst síggja hetta vallyfti sum eina lættkeypta roynd at tekkjast ávísum veljaraskara.
Um ein hevur pening (nógvan pening) kann ein lættliga gerast "heimskendur" sangari. Tað eru óteljandi dømi um talentleysar, fitnesstrimmaðar, solariubrúnar sokallaðar sangarar, ið eru "heimskend". Men fyri at hetta kann lata seg gera, má peningaupphædd, ið svarar til alla ta føroysku fíggjarlógina til.
Popptónleikur er ein vøra, ið skal seljast, og fyri at selja nógv av einari vøru skal hon marknaðarførast væl. Og John Johannessen skuldi verið ein tann fyrsti at vita, at góð marknaðarføring kostar nógvan pening.
Øll vita vit at Cola ikki er tað sunnasta vit kunnu borðreiða við. Men, við kostnaðarmiklari, dugnaligari marknaðarføring, hevur tað eydnast Cola at gerast tann mest nýtti drykkurin í heiminum. Soleiðis er eisini við populerum døgnflugutónleiki. Við dugnaligari, sera kostnaðarmiklari marknaðarføring hevur hesin listarliga grunni tónleikur vunni sær eitt stórt pláss í almenna rúminum.
Vóni inniliga at hetta er eitt mentanarligt síðuspor í valstríðið javnaðarfloksins.
Havi sagt tað so ofta fyrr og endurtaki einaferð enn; endamálið má ikki vera at fólk skulu gerast "heimskend". Her er marknaðarføring í hásæti og ikki skapandi listin. Endamálið má vera at geva teimum ungu so góða tónleikaliga útbúgving (førning) sum gjørligt. Á henda hátt fáa vit veruliga listarliga virðing úti í heimi, og royndir hava víst, at tað longsta stráið verður drigið við drúgvari listarligari menning. Okkum nýtist bert at hugsa um listarfólk sum William Heinesen, Ingálvur av Reyni og onnur. Er dygdin góð nokk, skal heimurin uttan iva fáa eygað á listarligu evni føroyinga.
Munagóðan stuðul til tónlistarliga menning og harvið dygd, heldur enn døgnflugukendan løtuvinning!
Lat tað vera almenna tónleikapolitikkin hjá øllum politisku flokkunum. Eisini Javnaðarflokkinum!
Við tónlistakvøðu!
Sunleif Rasmussen
Tónaskald og formaður i Musikklærarafelagnum