Tað er ov lætt at sleppa til jørð í Føroyum, segði Gunnar Bjarnason, búnaðarfrøðingur á útoyggjafundi í Havn í seinastu viku. Tað eiga at liggja treytir við, sum gera, at tann, ið situr við jørðini, eisini skal brúka hana. Tað hevði givið úitoyggjafólki ein betri møguleika at gagnnýtt jørðina, tey bara hava til láns frá øðrum.
Tá tosað verður um viðurskifti á útoyggj, kemur jørð og jarðarbrúk av nátúrligum ávum ofta ovarlaga á breddan. Soleiðis var eisini hendan dagin á Hotel Hafnia, tá Útoyggjafelagið skipaði fyri evnisdegi um vinnu á útoyggj.
Ein teirra, ið hevði nakra markantar meiningar at bera fram á fundinum, var búnaðaførðingurin Gunnar Bjarnason, sum helt, at útoyggjafólk í ávísan mun sjálv hava skuldina av, at tey ikki frá brúksrætt til ta jørð, tey skuldu verið næst at nýtt.
Tað liggja ongar treytir við at eiga jørð í Føroyum. Tú kanst eiga jørð hvar sum helst og so bara lata hana liggja i órøkt ella til byrðu fyri tann, sum býr á staðnum, vísti búnaðarfrøðingurin á. Men útoyggjafólk seta ov fá krøv og leggja ov fáar treytir við, tá talan er um jørðina, ið liggur til bygdirnar, tey búgva í, segði búnaðarfrøðingurin.
Gunnar Bjarnason vísti til dømi úr Danmark, har fók noyðast at selja jørð aftur, tí tey ikki búgva á stðanum, tey hava keypt. Eitt nú bóndagørðum. Sama átti at verið Føroyum, segði hann. Tað hevði havt fleiri fyrimunir. Eitt var, at fólk, sum átti jørð, skuldi búð á staðnum. Eitt annað var so, at høgi prísurin á jørð í Føroyum hevði lækkað, metti Gunnar Bjarnason. Tí tá hevði tað ikki verið attraktivt at keypt upp jørð sum íløgu bara fyri at goyma pengar, segði hann. Í triðja lagi vísti hann á,at tað, at tað ber til at selja jørð í smáum í Føroyum, eisini dýrkar jørðina munandi.
Tað ber ikki til at reka landbúnað, har tú ikki eigur jørðina sjálvur ella í hvussu er hevur ein góðan leigusáttmála, sum er galdandi yvir longri tíð, vísti Gunnar Bjarnason á.
Fyri at reka lønandi landbúnað er neyðugt við stóum íløgum. Bæði í bygningar og maskinur. Og tað sigur seg sjálvt, at slíkar íløgur ger ein ikki, um ein ikki veit, um bøurin, tú plagar at selja, kanska verður seldur øðrum um ein mánað ella kanska tvey ár.
So tá tosað verður um, at útoyggjafólk ikki hava brúksrætt til jørðina á staðnum og tí ikki fáa rikið líkinda landbúnað, hava tey fyri ein stóran part skuldina sjálv, segði Gunnar Bjarnason á útoyggjafundinum. Tí tey seta ov fá krøv til teirra, sum keypa jørð upp og hava hana liggjandi ónýtta. Bara at gera eina munliga avtalu um at sláa grasið í ár ella so leingi, vit nú halda tað vera hóskandi, er ikki nóg gott. Tað skulu skrivligar avtalur fyriliggja. Og tær skulu helst vera galdandi nógv ár fram í tíðina, so íløgurnar kunnu hava ein møguleika at forrenta seg aftur, staðfesti búnaðarfrøðingurin.