Hóast endaliga málið í nýggju ætlan landsstýrissins á sjálvstýrisleið er fullveldi, heldur Jóannes Eidesgaard tilgongdina móti fullveldinum ikki vera serliga sjálvstýrissinnaða.
? Samgongan hevur eitt uppskot, har tilgongdin ikki inniheldur sjálvstýri, men sum kortini miðar ímóti fullveldi. Javnaðarflokkurin hevur eitt uppskot, sum leggur upp til sjálvstýri, men sum ikki miðar móti fullveldi. Hetta er veruligi munurin millum uppskotini, sigur Jóannes Eidesgaard.
Formaður Javnaðarfloksins vísir á, at Javnaðarflokkurin í uppskotinum til sjálvstýrislóg leggur upp til, at vit yvirtaka málsøki frá dønum í einari nýggjari sjálvstýrisskipan, ið greitt tilskilar, at løgtingið fær evsta vald á teimum, so tey ikki kunnu takast aftur.
? Landsstýrið við yvirtaka í heimastýrislógini, sum teir sjálvir og Alf Ross hava víst á, bert er ein kleppur. Hendan lóg er bert ein delegatión, ið letur løgtinginum eitt vald á málsøkjunum, sum stjórnin kann taka aftur.
? Tað er løgi, at somu menninir, sum hava verið ímóti heimastýrislógini síðani hon kom, nú seta hana í hásæti. Hetta er ein kúvendig í tí politikki, vit kenna Tjóðveldisflokkin og Fólkaflokkin fyri, sigur Jóannes Eidesgaard.
Yvirdrivið
Formaðurin í Javnaðarflokkinum hevur eftir hvønn miseydnaðan samráðingarfund millum landsstýrið og donsku stjórnina staðiliga heitt á landsstýrið um at saðla um í fullveldismálinum.
Men nú heldur Jóannes Eidesgaard, at landsstýrið alt ov væl hevur fylgt hesi áheitan.
? Landsstýrið hevur hálsað um heilt yvirdrivið, soleiðis at Javnaðarflokkurin brádliga er vorðin mest radikali flokkurin á sjálvstýrisleið. Hetta er ein løgin støða at vera komin í. Tað er heilt týðiligt, at tað ikki er Høgni Hoydal, ið hevur ført pennin í nýggja uppskotinum, sigur Jóannes Eidesgaard.
Formaðurin í Javnaðarflokkinum staðfestir, at við uppskotinum hjá samgonguni liggur evsti myndugleikin í Danmark. Tað heldur Jóannes Eidesgaard ikki vera skilagott.
? Tað er umráðandi at fáa gjørt upp við delegatiónsteoriina, sum fylgir við heimastýrislógini, og tað er tað, sum Javnaðarflokkurin vil. Eg havi satt at siga ilt við at skilja, at Høgni Hoydal vil verða verandi í statsrættinum í eini 20 ár afturat.
? Poul Nyrup Rasmussen hevur boðað frá, at vit kunnu fáa eina skipan, sum verður fráboðað altjóða samfelagnum, men hesum tilboðnum vil Høgni Hoydal ikki taka við, staðfestir Jóannes Eidesgaard.