Mikudagin var fyrrverandi eysturtýski læknin, Lothar Kipke, dømdur 15 mánaða treytaða fongsulsrevsing umframt eina bót áljóðandi 29.000 kr.
Orsøkin til dómin var, at hann í fleiri ár hevði lagt til rættis og framt skipaða doping móti eysturtýskum svimjigentum.
Á ákærubeinkinum sótu m.a. fimm konur, sum í sínari tíð vóru undir efturltiið av Kipke, og merkja tær nú avleiðingarnar av hesum. Árinini, sum tær tríggjar høvdu fingið vóru ymisk, m.a. hevði onkur teirra fingið vanskeplað børn, onkur hevði ov nógv hár á kroppinum, ov djúpa rødd o.s.fr. Alt tekin, sum vanliga boða frá misnýtslu av anabolskum steroidum.
Hóast verjin hjá Kipke royndi at føra fram, at Kipke nú í fleiri ár hevði verið við í tí eftirlitsarbeiði, sum nú verður gjørt, til tess at steðga dopingini, so læt dómarin ikki við seg koma.
Einasta viðmerkingin hjá dómaranum var, at hann harmaðist um, at hann orsakað av lóggávu og rættarligari siðvenju, ikki kundi fella ein harðari dóm.