Ov lítið av ráfiski

Delta Seafood, sum eigur og rekur landingarmiðstøðina á Tvøroyri, gremur seg eisini um vantandi rávøru.

Tað er ikki bara á TG Seafood í Hvalba, sum serliga leggur seg eftir at arbeiða upsa, at ov lítið fiskaarbeiði er. Eisini á Delta Seafood á Tvøroyri, sum virkar saltfisk, hava tey ov lítið at gera.

 

Delta Seafood keypir fisk til saltingar. Fiskur, sum eitt nú toskur, longa og brosma, ið kemur upp á land í Hvalba, men sum ikki verður virkaður á upsavirkinum, verður keyptur og koyrdur til virkingar á Delta Seafood.

 

Á Tvøroyri er eisini landingarmiðstøð, sum Delta Seafood nú eigur og rekur, men eisini her er ov lítið at gera, tí tað er so langt ímillum landingarnar.

 

- Vit keypa eisini fisk til saltingar um uppboðssøluna á Fiskamarknaði Føroya, men tað er trupult at fáa nóg mikið av fiski til saltingar, sigur Magnus Jespersen, stjóri á Delta Seafood.

 

Ein orsøkin til, at virkini, sum virka saltfisk, fáa ov lítið av ráfiski, er, at talið av línuskipum, sum eftir eru í fiskiskipaflotanum, er so søguliga lítið.

 

Landingarmiðstøðin á Tvøroyri húsast í fremsta bygninginum, sum sæst á myndini.