Tað er neyðugt við politiskum tiltøkum fyri at fáa tey ungu at halda seg burtur frá sigarettini -Teir donsku politikararnir hava ikki víst nóg góðan vilja til at forða fyri, at tey ungu nakrantíð byrja at roykja. Tað er niðurstøðan í einari frágreiðing hjá Kræftens Bekæmpelse.
-Vit koma ongan veg, fyrr enn politikararnir tryggja roykfrí umhvørvi, hækka prísin á sigarettum, banna handlum og øðrum at selja ungum sigarettir og fremja tiltøk ímóti fjaldum reklamum, sigur Poul Dengsøe Jensen hjá Kræftens Bekæmpelse við danska útvarpið.
Sjálvur ivast hann ikki í, at tað ber til at forða fyri, at ungfólk nakrantíð festa sær í, men upplýsing er ikki nóg mikið, sigur hann.