- Um man fyri rímiligari tíð síðan hevði sæð hvat skuldi henda eftir 2018, so høvdu reiðaríir tikið støðu, ið rakk útum 2018. men við tað at loyvini fella burtur 1. januar 2018, og man veit ikki hvat kemur í staðin, so kann man ikki handla uppá framtíðina frammanfyri 2018. Tí steðgar nýíløgur. Tað er bara ein tilpassing, ið fer fram nú. Tí koma eingin nýggj skip.
Tað sigur Anfinn Olsen, reiðari, við tíðindini á Rás 2 í dag.
Í samrøðuni viðgerð reiðarin støðuna í føroysku fiskivinnuni, nú útlit eru fyri stórum broytingum innan vinnuna, har tað millum annað skal vera lættari hjá nýggjum aktørum at sleppa framat.
Sjálvur heldur hann tó, at tað frammanundan er ríkiligt at skipum í føroyska flotanum.
- Tey flestu eru nokk so samd um, at á føroyaleiðini er stadigvekk í so nógv stál. Tí rokni eg við, at skal man fáa raksturin at ganga í Føroyum, so er man noyddur at minka skipini enn meira, og so verða automatiskt færri hendur.
Hoyr alla samrøðuna við Anfinn Olsen við at trýsta á pílin undir myndini.