- Bara hetta seinasta árið eru 30 starvsfelagar sagt seg úr starvi uttan eftirløn. Hetta er kanska ikki eitt so stórt tal í mun til hinar 2000, men slíkt hava vit aldrin upplivað áður, sigur Sabine Bech-Hansen, forkvinna í Prestafelagnum.
Hon er sera ónøgd við, at einki er gjørt við tilmælini í eini frágreiðing frá 2002 um arbeiðsumhvørvið í Fólkakirkjuni. Í frágreiðingini varð sagt, at fimti hvør prestur hevði stress.
- Fleiri av limunum í felagnum eru illir og ørkymlaðir á ein annan hátt enn áður. Fyri at siga tað bart út: Fólkakirkjan er ikki eitt arbeiðspláss, sum hevur tað gott, sigur hon.
Eftir hennara meting verður tað trupult hjá Fólkakirkjuni at halda fast við prestarnar í framtíðini verður ikki arbeiðsumhvørvið broytt til tað betra.
- Og tað verður tí eisini truplari at fáa ungfólk at lesa til prest, sigur Sabine við Kristeligt Dagblad.