Ov nógvir norðoyingar í fjølmiðlunum!?

Hjúklið um bygdamál og havnarmál!
Onkur fjølmiðlanorðoyingur taldi einaferð, hvussu nógvir klaksvíkingar starvaðust í føroyska fjølmiðlaheiminum. Talið var stórt. Klaksvíkin var sera væl umboðað.
Nú fólk eru farin at kjakast um málføri (dialektir) í tíðindasendingum í útvarpi og sjónvarpi, kundi kanska verðið spurt, um almenna Kringvarpið átti at valt síni mikrofonfólk úr ymsum heraðshornum í Føroyum?
Nei, tað ber neyvan til; men tað kundi verið forvitnisligt at havt mikrofonfólk úr øllum pørtum av Føroyum: úr Vágum og Norðoyggjum, úr Eysturoy og Norðstreymoy, úr Suðurstreymoy, Sandoy, Suðuroy o.s.fr.
Soleiðis hevði kanska borið til at fjálgað um tey ymsu bygdamálini ( og havnarmál), sum jú eru so hugtakandi fjølbroytt, samstundis sum tey eru ein málsligur dýrgripur.
Misskiljið meg ikki! Sjálvandi skulu vit ikki góðtaka danismur og vánaligt talumál; men fjølbroytnið í føroysku oyggjamálunum mugu vit royna at varðveita sum frægast!
TA PAL KOM A MAL: Soleiðis siga nógv norðarlaga í Eysturoy og eisini í Norðoyggjum. Sjálvandi má hasin framburðurin (úttalan) góðtakast.
--- a Á-liðnum hjá KÅ Í og HÅ B!?: Ofta býta norðoyingar um, tá teir siga a og á: Jakup Dáhl.
Í setninginum um A-liðið verður tískil sagt nakað soleiðis: Hann spælir a Á-liðnum. Hatta má eisini góðtakast sum føroyskt málføri, men KÅ Í og HÅ B ber ikki til at siga í almennum fjølmiðlum! Hatta er danskt, og mikrofonfólkini hava sjálvandi skyldu til at siga bókstavirnar á føroyskum: HÁ og KÁ! (Norðoyingar og norðureysturoyingar tó HA og KA!)
SENDINGARNIR NÆSTU MORGNARNIR: Har er jú heilt galið. Tað eru vist serliga norðoyingar í fjølmiðlunum, sum eru farnir at brúka nir-ending í kvennkynsorðum: mátingarnir, oyggjarnir, sendingarnir o.s.fr., ja, sjálvt í tíðindasendingum. Slíkt kann ikki góðtakast!
Og so kallkynsorðini: Veðrið teir næstu dagarnir (dagarnar, hvønnfall). Hasar bendingarnar (ikki –nir) mugu fjølmiðlafólk duga, áðrenn tey seta seg við opna mikrofon!!
ARGJAMAÐIR SIGIR STÓRIR STEINIR: Hasar ir-endingarnar (ikki –nir), sum suðurstreymoyingar og norðoyingar siga, mugu eisini góðtakast, tí har er talan um málføri, ikki skeivar bendingar!
METUR (metir) og METRAR: Tað er í lagi at siga ein metir, men ikki tveir metir. Metur eitur altso METRAR í fleirtali, góðu fjølmiðlafólk og onnur!
SUÐUROYARMÁL: Fólk hava lyndi til at ilskast um suðuroyarmál. Her tosa vit ikki um danismur, sum eisini eru at hoyra í suðuroyarmáli. Fleiri ilskast, tá suðuroyingur sigur “elaveðør” í útvarpinum, ella tá annar suðuroyingur sigur “ádna og gjódna” (ánna og gjónna). Onkur vildi eisini vera við, at ein suðuroyarprestur gjørdi ov nógv av, tá hann tosaði sítt suðuroyarmál!? Løgið! Somu fólk tykjast ikki at ilskast so nógv um skeivar bendingar!?
LJ (LJÓÐ og LJÓS), ikki jóð og jós: Eitt treytaleyst krav til øll fjølmiðlafólk má vera, at tey duga at siga lj í orðum sum ljóð, ljós, ljómur! Hatta mugu tit duga, áðrenn mikrofonin verður tendrað!
Við suðurstreymoyar- og føroyamálskvøðu