Ov nógvir sáttmálar

Kári P. Højgaard, formaður Sjálvstýrisfloksins, heldur, at tingið má grípa inn, um landsins virði koma í vanda

- Sum gamal fakfelagsmaður vil eg verja samráðingarrættin hjá fakfeløgunum, men um landsins virði eru í vanda, mugu vit í tinginum grípa inn, sigur Kári P. Højgaard.
- Hetta er ómetaliga óheppið. Trupulleikin er, at tað almenna hevur ov nógvar ymsar sáttmálar at samráðast um á hvørjum ári, og tí hevði verið best, um vit høvdu eitt føroyskt LO (Landsorganisationen í Danmark), sigur Kári P. Højgaard, formaður Sjálvstýrisfloksins.