-Ov nógvir stakir uppihaldarar grenja

Tað heldur 25 ára gamli Baldur H. Bjørnsson, sum er stakur uppihaldari við tveimum børnum.

At liva sum stakur uppihaldari í Føroyum er ikki altíð líka lætt . Baldur H. Bjørnsson er einsamallur við tveimum børnum í barnagarðsaldri, og til tíðir er torført at fáa endarnar at røkka saman. Hóast hetta so liva hann og børnini ikki nógv øðrvísi enn aðrar familjur, heldur hann.


Líða onga neyð

Baldur H. Bjørnsson býr í Nólsoy saman við sínum tveimum børnunum, ið eru fýra og seks ára gomul. At fáa endarnar at røkka saman hjá einum støkum uppihaldara kann mangan vera ein avbjóðing, men Baldur heldur ikki, at hann og børnini eru verri fyri enn aðrar familjur:

- Vit líða absolut onga neyð. Eg haldi, at tað snýr seg í stóran mun um raðfesting, og soleiðis er tað vælsaktans hjá øllum familjum, greiðir Baldur frá, sum er íslendingur, men hevur búð í Føroyum seinastu trý árini. Hóast hann heldur, at hann og børnini hava tað gott, so dylir hann ikki fyri, at gerandisdagurin er strævin og krevur planlegging, tí dagliga lesur hann samfelagsfrøði á Setrinum og ferðast tískil millum Nólsoy og Havnina:

- Tað hevði verið munandi lættari hjá mær at búð í Tórshavn, men eg havi sum nú er ikki ráð at leiga íbúð ella hús í Havnini, tí leigan er alt ov høg til mína fíggjarætlan, sigur Baldur, sum kundi hugsað sær at havt eina lutaíbúð ella okkurt annað, har møguleiki var fyri langtíðarleigu. Hann harmast um vánaligu møguleikarnar at fáa lán sum stakur uppihaldari:

- Eg kenni eitt par við børnum, sum skulu hava 11.000 krónur eftir um mánaðin fyri at kunna lána pening frá bankanum. Sama upphædd verður kravd av mær, um eg skal biða um lán, og tað er hol í høvdið, tí munur er á einari og tveimum inntøkum.


Umráðandi at raðfesta

Hann kennir seg ikki altíð aftur í trupulleikunum hjá støkum uppihaldarum, sum fjølmiðlarnir javnan varpa ljós á:

- Sjálvandi eru tað nógv, sum veruliga hava torført við at fáa endarnar at røkka saman sum stakir uppihaldarar, men í summum førum er tað eisini bara grenj, tí stýrir mann ikki sínum forbrúki alt eftir inntøku, so endar galið, sigur Baldur og vísir á, at hann mangan má velja býtúrar, fínari døgurðar og nýggja telefon frá, tá børnini til dømis skulu hava kavadrakt. Tá allar tær føstu útreiðslurnar eru goldnar hvønn mánað, hevur Baldur umleid 4.000 krónur eftir til sín og børnini. Hann heldur ikki, at børnini merkja stórvegis, at tey liva í einum heimi, har tað bert er ein inntøka:

- Eg vil siga, at óvæntaðar útreiðslur eru harðar, men eg haldi, at børnini hjá mær hava tað eins og flest onnur børn, og eg haldi ikki, at teimum manglar nakað, greiðir Baldur frá. Tað, at hann ikki ofta kann keypa sær sjálvum ella børnunum nýggj og dýr klæðir, er ikki nakað, hann heldur einans er galdandi í familjum við stakum uppihaldara:

- Tað er vanligt, at eg má siga við meg sjálvan og eisini børnini, at hatta hava vit ikki ráð til, men tað mugu jú tey allarflestu í hesum tíðum, sigur Baldur. Hann fegnast um, at fólk í familjuni og vinfólk við jøvnum millumbilum koma vid klæðum, sum hansara børn kunnu brúka:

- Børnini hava arvað nógv klæðir, og í mínari verð tykjast tey líka glað fyri hesi klæðini, sum tey høvdu verið, um talan var um nýggj, kostnaðarmikil klæðir, heldur Baldur og leggur afturat, at tað ger stóran mun í hansara fíggjarstøðu, at børnini kunnu arva klæðir.


Summarið er strævið

Hóast Baldur heldur, at tað ikki er so torført at vera stakur uppihaldari í Føroyum, sum summi vilja vera við, viðgongur hann, at ávísar tíðir á árinum kann tað veruliga vera trupult og strævið. Serliga juli-mánaður er torførur at koma ígjøgnum, tí tá fær Baldur ongan lestrarstuðul. Hann vildi ynskt, at hann kundi arbeitt nógv um summarið, men av tí at dagstovnarnir ofta eru stongdir um hetta mundið, ber ikki til hjá honum at arbeiða eins nógv og hann kundi hugsað sær, tí børnini skulu jú ansast av onkrum. Hann fegnast um, at familja og vinir mangan hava ansa børnunum tær vikurnar, dagstovnarnir hava verið afturlatnir, men tað er ikki altíð líka lætt:

- Tá er tað øgiliga trupult, tí næstan øll onnur arbeiða, og sjálvt um míni nærmastu ofta hjálpa, so er tað ikki altíð, at familja ella vinfólk kunnu traðka til og vera barnagentur, sigur Baldur og greiðir frá, at hann til tíðir hevur ynskt, at hann kundi arbeitt meir um summarið, soleiðis at fleiri pengar vóru til sín og børnini restina av árinum. Hóast lívið sum stakur uppihaldari kann vera strævið, so leggur hann dent á, at mann ikki skal gera tað verri, enn tað í veruleikanum er:

- Eg haldi, at tað eru summi, ið traðka fram í fjølmiðlunum og vilja hava onnur at taka synd í sær. Eg kann bara siga, at eg veit um fleiri barnafamiljur, har tað eru tvær inntøkur, og har tey veruliga hava tað hart fíggjarliga, nógv harðari enn eg, sum eri stakur uppihaldari, fortelir Baldur.

Sambært honum er tað av alstórum týdningi, at stakir uppihaldarar hava góð fólk rundan um seg:

- Nú eri eg so heppin at hava foreldrini, tríggjar beiggjar og góð vinfólk, sum altíð hava hjálpt mær nógv, so eg kann bara ímynda mær, hvussu strævið tað er hjá teimum, ið ongan hava at hjálpa sær, sigur Baldur at enda.