Ov nógvir útlendskir profilar

Skal føroyskur hondbóltur aftur vinna framá, er tað av avgerandi týdningi, at talið av útlendskum spælarum verður minkað

Ítróttarklumman

Fyrst og fremst: Her skal einki verða tikið frá teimum mongu útlendsku spælarunum, sum hava spælt í føroyskum hondbólti seinnu árini. Fleiri teirra hava av sonnum ríkað føroyskan hondbólt, og summi tykjast enntá trívast somikið væl um okkara leiðir, at tey hava sett búgv her á landi.
Men tað er ikki í lagi, at upp til trý pláss á einum hondbóltsvølli kunnu verða upptikin av útlendskum spælarunum. Og sum so er hetta eisini brot á tær reglur, sum hondbólturin virkar eftir.
Onkursvegna roknaði HSF-nevndin seg á sinni fram til, at tá reglurnar hjá ÍSF siga, at markið fyri luttøku av útlendskum spælarum, er 20% av liðnum, skuldi hetta merkja tríggjar til hvørt liðið. Eisini hóast 20% av 12 spælarum verður 2,4.
Enn hevur HSF ikki gjørt serstakar reglur, og tí eru tað framvegis reglurnar hjá ÍSF, sum eru galdandi. Enntá stendur í somu reglum, at sersamband skal virka eftir lógunum hjá FSF.
Fyri hondbóltin, hevur tað alt at siga, at føroyskir spælarar í størri mun aftur sleppa framat. Sjálvandi er íblástur uttanífrá kærkomin. Men hesin íblástur má heldur ikki gerast somikið stórur, at tað púrasta skuggar fyri menningarmøguleikan hjá føroyskum spælarunum.
Alt ov ofta er tað júst hetta, sum hendir. Ikki minst er tað ein trupulleiki á bakk-plássunum, at hesi verða latin krútsterkum útlendskum profilum, meðan føroysku talentini so antin mugu út á veingin ella enn longur út!
Og tá nyttar lítið í landsliðshøpi at gremja seg um, at vit hava ov fáar bakspælarar og at skotstyrkin á liðnum er ov lítil. Sjálvandi verður hon ov lítil, um somu spælarar støðugt hava fingið at vita, at tað er betri fyri liðið, at útlendskur spælari er á plássinum.
Ivaleyst er mangt at tríva í hjá HSF-nevndini til komandi aðalfund. Men eitt av evnunum eigur at vera talið av útlendskum spælarum.