Um áttatíðina í gjárkvøldið varð boðað frá eldi í einum virki á Eiði. Tað víst seg at vera meira roykur enn eldur, sum frá einum eltóli, sum stóð inni á virkinumm, sigur vaktleiðarin á politistøðini í Havn
Um tíggjutíðina í gjáramorgunin kom ein fráboðan úr Vágum um, at ein hundur hevði bitið ein persón. Funnið varð fram til eigaran, sum fær bót fyri at hundurin gekk leysur.
Seinni í gjár var eitt eitt hundamál, har boðað varð frá, at ein hundu gekk leysur. Fólk fingu fatur á hundinum, sum gekk inni á privatari ogn, og boð vóru eftir aktingarmanninum, sum fór við hundinum. Har fær eigarin bót og skal rinda fyri, at aktingarmaðurin er farin við hundinum.
Vaktleiðarin sigur, at tað kostar 300 kr í upptøkugjaldi umframt 125 krónur fyri samdøgri. Oman á tað fær eigarin 600 krónur í bót, um hundurin ikki hevur gjørt skaða. Um so er, so er bótin 1200 krónur.
Um ellivu tíðina í gjáramorgunin fekk løgreglan boð um, at ein loftspláta í Leirvíkartunlinum var loysnað og hekk niður úr loftinum. Landsverk fekk boð um tað, og ein skaði hendi av tí.
Tá løgreglan gjørdi ferðmátingar við Gøtugjógv um midnáttarleitið vórðu trý mál skrivað. Har er mest loyvda ferðin 50 km um tíman. Ein koyrdi 70 km um tíman, ein koyrdi 85 og ein koyrdi 73 km um tíman.