Tesla-bilurin, sum týskvøldið varð sendur við heimsins krafmiklastu rúmdarferju ímóti Mars, var skotin ov langt.
Tað var stórur fagnaður týskvøldið, tá amerikanska rúmdarfelagið, SpaceX, við hepni sendi heimsins kraftmiklastu rakett, Falcon Heavy, avstað ímóti Mars.
Umborð á ferjuni var eingin fylgisveinur, men ein reyður Tesla-sportbilur, sum eftir ætlan skuldi sendast út úr rakettini og í ringrás um sólina í somu rás sum Mars.
Men so verður ikki. Bilurin er skotin ov langt út, so hann í staðin endar í asteroidebeltinum, sum liggur millum gongustjørnurnar Mars og Jupiter.
Tað upplýsir SpaceX-stovnarin, Elon Musk, á Twitter.
Men hildið verður ikki at hetta fer at hava nakran týdning fyri, hvussu leingi bilurin kann »liva« í rúmdini, heldur Tine Ibsen, astrofysikari á Tycho Brahe Planetarium.
– Miðalfrástøðan millum asteroidarnar í asteriod-rásini er ein millión kilometrar, so tað verður í Star Wars-stíli, har bilurin skal flúgva ímillum asteroidirnar, sigur hon.
Fyri at seta tað í perspektiv, so er ein millión kilometur umleið tríggjar ferðir frástøðan millum jørðina og mánan. So nýggja kósin hjá Teslabilinum merkir ikki, at hann er í stórum vanda fyri at fara í knús.
Sambært Tine Ibsen er tað heldur ein spurningur um hepni ella óhepni, um okkurt rakar bilin, sjálvt um nýggja kósin førir til størri vanda fyri samanstoyti.
– Tað er størri vandi, enn um hann var í ætlaðu rásini, men tað er als ikki vist, at hann rennur á nakað sum helst og fer í knús, sigur hon.
Hóast broyttu kósina heldur hon framvegis, at royndin hevur eydnast, men á framtíðar ferðum kann tað verða vandi á fer við slíkum mistøkum.
– Beint nú er tað bara ein Tesla, men um talan var um farm ella fólk, sum verða send avstað, so eru avleiðingarnar munandi verri, sigur Trine Ibsen.
Í asteroid-beltinum fer Teslabilurin at mala í kringur um sólina í ævigar tíðir, so leingi, hann ikki rennur á eitthvørt ella verður tikin heimaftur.
/ritzau/