Ben Eli Dam er kendur í býarmyndini í Havn. Hvønn sunnudag spælir hann gittar á útifundunum hjá Frelsunarherinum. Hann og konan Eyð eru soldátar. Tey eiga tvær døtur, sum eru 11 og 14 ára gamlar, og ein 11 ára gamlan pleyguson.
Hann er 39 ára gamal, útbúgvin eletrikari, og hevði arbeitt á Køksmiðstøðini í 10 ár, tá hann í 1991 stovnaði virki, ið umvælir hvítavørur. Trý fólk eru í arbeiði á virkinum.
Tað eru ikki tey stóru málini, so sum oljuvinnan, fiskivinnan og tílíkt á skránni hjá Ben Eli í valstríðnum. Tað letur hann aðrar meira vandar politikarar taka sær av.
Kann tykjast
sum smálutir
Tað liggur honum á hjartað at bøta um viðurskiftini hjá uppvaksandi ættarliðnum. Ben Eli kennir tað sum sína uppgávu at gera vart við, hvussu lítið verður gjørt fyri at bøta um hjá børnum, sum ikki hava góðar umstøður heima. Slík mál kunnu kanska tykjast lítilsverd, men hava stóran týdning fyri trivnað og menning hjá teimum smáu í samfelagnum.
Frítíðin hjá Ben Eli er ognað kristiligum og sosialum arbeiði. Umframt arbeiðið í Frelsunarherinum hevur hann seinastu árini verið einar átta ferðir í Rumenia við klæðum, leikum Biblium o.ø. við felagsskapinum »Hjálp til Eysturevropa« í samstarvi við Brøðrasamkomana.
Eg havi sæð børn í so stórari neyð, sum nærum ikki kann sigast frá. Tey hava ongan góðan, og detta tí niðurfyri í samfelagnum.
Við at hjálpa hesum neyðstøddu, kann eg vera við til at gleða børnini, geva teimum leikur og klæði, eins og geva teimum tilkomnu eina Bíbliu ella Nýggja Testamenti, sum kann ugga tey í neyðini, sigur Ben Eli Dam, og situr tigandi eina løtu.
Tú broytir hugburð um hvat neyð er, tá tú ert áskoðari til slíkar sorgartilburðir. Tá tú so kemur heimaaftur, sært tú føroyska samfelag við nýggjum eygum, sigur Ben Eli Dam.
Hann dylir ikki, at tað eisini eru børn í Føroyum, sum hava brúk fyri hjálp. Tað hevur Ben Eli Dam og familja hansara sett sær fyri, at gera nakað við.
Vit avgjørdi at taka eitt barn í pleygu. Við hesum ásanna vit, at ikki øll børn í Føroyum hava góðar umstøður, og vilja vísa á, hvussu neyðugt tað er, at okkurt munagott verður gjørt á hesum øki, sigur Ben Eli.
Mín áskoðan er, at barnaverndirnar ikki mugu virka ræðandi uppá fólk, og at hesar ikki skulu hava politiskan lit. Tá børn koma í skúla, og lærararnir síggja, at barnið ikki fær stuðul heima, noyðist onkur annar persónur at hjálpa barninum, sigur Ben Eli Dam.
Hann vil m.a. arbeiða fyri at fáa tættari samband millum skúla, barnavernd og pleyguforeldur, í hesum føri.
Stuðul og ráðgeving
Ben Eli Dam vil eisini arbeiða fyri, at pleyguforeldur, sum átaka sær slíka uppgávu, fáa sálarligan stuðul og ráðgeving annars frá fólki, sum eru áhugaði og duga at seta seg inn í, hvat skal til fyri at fáa eina familju, sum hevur sett sær fyri at hjálpa børnum, at virka. Tað er ein stórbroyting bæði hjá nýggju familjuna og pleygubarninum, tá barnið skal innlimast í familjuna, og tað krevur nógv av øllum pørtum í gerandisdegnum.
Stutt sagt, so mugu vit gera nakað fyri at fáa andaliga virðið fram í menniskjanum, og at hesum børnum, skipaði viðurskifti. Tíverri eru tey fleiri í tali í okkara samfelag, enn fólk vanliga halda, sigur Ben Eli Dam.
Hví stillar tú upp fyri Miðflokkin?
Tað geri eg m.a. tí eg haldi tað vera umráðandi at geva unga ættarliðnum góð og trygg viðurskifti, eitt trygt heim og tryggan skúla, og slíkt, sum eitt framkomið samfelag eigur at bjóða sínum borgarum.
Uppvaksandi ættarliðið noyðist at átaka sær nógvar og stórar uppgávur í framtíðini, sigur Ben Eli Dam.
Um 20 ár verða pensionistarnir 2000 fleiri í tali. T.v.s, at tey, sum eru børn í dag, um 20 ár skulu tryggja pensionistunum - tær og mær - trygg viðurskifti. Geva vit ikki teimum hjálp og hollan stuðul í barnaárunum, verða tey kanska ikki før fyri at átaka sær hesa uppgávu, sigur Ben Eli Dam.
Um tú ert trúgvandi og tekur lut í politiskum arbeiði, er tað umráðandi at virða tað andaliga. Fyri mær er Bíblian sannleikin og kristindómurin er frælsi, sum er við til at ríka mítt lívsvirði, og sum eg kann geva av.
Er tað nóg mikið at hava Biblisku læruna at halda seg til í politikki?
Ja, tað er nóg mikið, tað ivist eg ikki tí. Tað skilir ein og hvør, sum lesur Bíbliuna.
Eg trúgvi ikki uppá eina samkoma ella ein flokk, men uppá Gud og teir bíblisku sannleikarnar, sum land og fólk hevur brúk fyri - óansæð hvat málið er.
Tá vit hava valfundir, verður altíð byrja við at biða eina bøn, og tað stendur eisini áhoyrararunum frítt fyri at taka evnir upp, sum vit biða fyri, sigur Ben Eli Dam.
Hann veit, at hetta kanska eru samálutir í stóru heildini, men kortini heldur hann, at smálutir ella ikki, so er hetta eins álvarsligt evni at taka upp, sum øll tey stóru málini, tí hetta hevur við menniskjafatanina at gera.