Ov sein fakfeløg

Sum ketta úr høvdatrog koma fak­fel­øg­ini nú og á­var­a borg­ar­liga sam­gong­una, sum ætlar at skatta pen­sjón­s­inn­gjald­ið nú, held­ur enn sum nú, at pen­sjón­in verð­ur skatt­að, tá hon verður útgolgdin.

Nú er tað ikki eitt nýtt fyri­­brigdið, at sundurlyndi er størri enn samanhaldið í Før­oy­um, men at koma fáar dag­ar eftir valið og ávara um pol­itisk inn­triv, sum vit hava vit­að um í valstríðnum, tað tyk­ist ikki serliga búgvið.
Fólkaflokkurin gjørdi greitt fyri val­ið, at teirra mál var at skatta pen­sjóns­inn­gjald­ið. Har er eingin slingur í valsinum. Um fak­fel­øg­ini vóru ímóti tí, so áttu tey at gjørt vart við tað – og ávarað lim­ir sínar í­móti at velja Fólk­a­flokk­in. Tað hevði verið fak­fel­ags­pol­i­tikk­ur, sum vil nak­að. Men vit skulu altíð vera so fitt og siga tingini innballað – vit skulu ikki ávirka.
Men álvaratos, hvønn hava vit fak­fel­øg fyri? Er tað ikki fyri lim­ir­nar.
Lei­ð­andi fólkini í fak­fel­øg­u­num á­ttu, sum vit siga á ván­a­lig­um ný­før­oysk­um, at »traðk­að í kar­ak­ter« fyri val­ið og ikki eftir valið!