Ov seint at flýggja undan Dolly

Fólk í Texas fyrireika seg til ódnina Dolly, sum er á veg ímóti strondini Amerikanska veðurstovan hevur mælt fólki í statinum Texas til at fara burtur frá strondini, nú tropiska ódnin Dolly er á veg ímóti landi.

Samstundis verður sagt, at tey, sum ikkii eru flýdd frá strondini, hava ikki tíð til at sleppa burtur haðani nú. Kortini hava myndugleikarnir leigað 250 bussar, sum standa klárir at flyta fólk burtur.

Veðurmenninir siga, at byrgingarnar fram við strondini kunnu fara, og harafturat vænta teir óvanliga nógv regn.

Eisini í Meksiko hava myndugleikarnir sent út ávaringar, tí sambært veðurmonnunum fer Dolly at raka leiðirnar við markið millum Meksiko og USA og tað tætt bygda økið í Rio Grande-dalinum.