Hans Andrias Kelduberg, reiðari hjá Hoyvík, fegnast um, at avtala í dag er fingin í lag millum reiðarríið og manningarfeløgini. Hann ásannar, at hann hevur havt nógv um at vera seinastu dagarnar og heldur, at tað helst er orsøkin til, at manningarfeløgini lýstu mynstringarbann.
- Men, eftir stendur, at tað ongantíð hevur verið nakað stríð millum okkum og manningarfeløgini um prosentir. Tað er ikki tað, sum hetta mál hevur snúð seg um.
Hinvegin heldur reiðarin, at manningarfeløgini vóru í so skjót við "avtrekkjaranum" at lýsa mynstringarbann.
- Hoyvík kemur ikki undir føroyskt flagg fyrr enn mánadagin, og soleiðis hava manningarfeløgini lýst mynstringarbann móti skipi, sum ikki er undir føroyskum flaggi.
Hans Andrias Kelduberg sigur, at tað, sum hetta mál snýr seg um, er, at reiðaríið ynskti at gera eina umfordeiling í hýruni, soleiðis at skipini í reiðarínum kundu hava eina útjavningarskipan í hýru.
Reiðarin vísir á, at gongur tað, soleiðis sum reiðaríið vónar, kann manningin umborð á Hoyvík koma at tjena góðar 10.000 krónur um dagin, tá tað gongur væl, samstundis sum onkur onnur manning hjá felagnum kanska tjenar 1000 ella 2000 krónur um dagin.
- Tað er sjálvandi einki forgjørt í, at menn tjena væl, men vit hildu, at góðu hýrurnar, sum kunnu verða umborð á Hoyvík, eisini kundu verið við til at lyft undir hjá øðrum manningum við ávísari umfordeiling.
Hans Andrias Kelduberg sigur, at tað, sum hann sá fyri sær, var, at onkur av manningunum, sum tjena nógv minni, kanska kundu verið lyftar upp á einar 3000-4000 krónur um dagin við slíkari umfordeiling.
- Men, tað vildu manningarfeløgini ikki í hesum umfari. Tey hava tó víst eitt ávíst forstáilsi fyri hesum, og ivaleyst verður arbeitt víðari við tankanum, soleiðis at vit eisini kunnu lyfta tær manningar, sum tjena lutfalsliga lítið, upp á eitt hægri støði, sigur reiðarin.