Ov skjótt í summarfrí

Trý reyð kort vóru á lofti, tá H71 fór 10 minuttir ov tíðliga í summarfrí

VÍF-H71 22-21 (11-12):


Einasti dysturin, sum kundi broyta nakað um støðuna, tá seinasta umfarið í landskappingini varð á skránni, var tann í Vestmanna.

Her kundi VÍF við einum sigri toga seg upp á fjórða plássið á stigatalvuni, og tað gekk eisini. Men tað var nú ikki meira enn akkurát. At kalla allan dystin hevði H71 munin, og tá farið varð um miðjan seinna hálvleik tóktist sigurin púrasta vísur.

Gestirnir høvdu fult tamarhald á tí allarmesta, og við 10 minuttum eftir á talvuni stóð 15-21.

Men so fóru hoyvíkingarnir annars í summarfrí. Tey sjey seinastu málini átti VÍF nevnliga, og tó at tað ikki stóð so øgiliga nógv upp á spæl, so merkti hetta at enda, at frustratiónirnar hjá H71 kókaðu yvir.

Tá avgerandi brotskastið varð dømt, kom ilt í fleiri av spælarunum. Endin varð, at dómararnir máttu senda tríggjar mans í brús nøkur sekund undan liðfeløgunum. Men Agnar Joensen, sum hevur drigið sín part av lessinum fyri VÍF í vetur, legði tó líka í, og við síðsta málinum hetta kappingarárið lyfti hann VÍF upp á fjórða plássið.


Fakta um dystin

VÍF-H71 22-21 (11-12)

10 min: 2-2

20 min: 6-9

40 min: 13-17

50 min: 16-21

Málskjúttar

VÍF: Agnar Joensen 5(1), Rúni Joensen 5, Jákup S. Andreasen 4, Niels Andreasen 3, Sámal J. Djurhuus 2, Joen P. Høgnesen 1(1), John M. Andreasen 1, Regin Joensen 1

H71: Dánjal Tórgarð 5(2), Poul Kjartan Dam 4, Esbern Patursson 3, Niels Viggo Niclassen 2, Gunnar Bláberg 2, Johnny Durhuus 2, Rógvi Sørensen 2, Hans Kári Hansen 1

Brotskøst: VÍF 2, H71 2

Útvísingar: VÍF 4, H71 3

Diskvalfikatiónir: VÍF 1, H71 2 (allar beinleiðis reytt)

Dómarar: Ragnar Simonsen & Rúni Mohr