Ov smalur hópur kostaði Stjørnuni sigurin á Skála

Hondbóltur: Stjørnan misti takið, tá lyklaspælararnir blivu skaddir

Fólk vóru spent til dystin millum bestu kvinnuliðini hjá StÍF og Stjørnuni leygardagin. StÍF var millum bestu liðini í fjør, meðan Stjørnan byrjaði kappingina við at vinna á føroyameistarunum úr Kyndli í Havn.

Og Stjørnan legði eisini hart út leygardagin. Spælið fleyt væl, og í málinum helt Jóhanna Mikkelsen fram, har hon slepti móti Kyndli. Tá tólv minuttir vóru spældir, var støðan 6-2 til Stjørnuna, og liðið úr Klaksvík tyktist hava fult tamarhald á støðuni. Men so hendi tað keðiliga, at Annika Ljósstein (fyrr Johansen), sum verður ein av lyklaspælarunum hjá Stjørnuni í ár, beklaði og noyddist av vøllinum. Hon var uttanfyri í okkurt um eitt korter, og tá hevði StÍF fingið fatur á Stjørnuni aftur.

Hjá StÍF var tað serliga Sóley Mikkelsen og strikuspælarin Alis Høghamar, sum skaraðu framúr. Sóley skeyt tíggju mál (helvtina upp á brotskast) og spældi eisini Alis leysa fleiri ferðir, og Stjørnan hevði stórar trupulleikar við at halda henni. Hinvegin var lítið av vongspælið at síggja hjá strandakvinnum, men í síðsta enda vísti tað seg heldur ikki at vera so neyðugt leygardagin.

Í byrjanini av seinna hálvleiki var tað StÍF, sum hevði yvirvágina. Tær tóku leiðsluna fyri fyrstu ferð í dystinum, tá Sóley skoraði til 16-15 miðskeiðis í hálvleikinum, og Stjørnan misti Sólvá Eystberg, sum eisini noyddist út við skaða. Enn ein smeitur fyri Stjørnuna, sum hevur smalan hóp, og tað merkist, tá onkrar av berandi kreftunum fella frá í dystinum.

Meðan Jóhanna Mikkelsen hevði staðið væl í málinum hjá Stjørnuni í fyrra hálvleiki, gekk ikki so væl hjá henni í seinna. Hinvegin fann StÍF-málverjin Óluva Djurhuus formin í seinna hálvleiki, og tað hevði eisini avgerandi týdning. Skotsterka Simona Hansen, sum í fyrra hálvleiki skeyt seks mál, fekk ikki so nógv burtur úr í seinna hálvleiki, og so lá væl fyri hjá StÍF at tryggja sær síni fyrstu stig í ár.

Tað gjørdu tær uttan Signhild Petersen. Í síðstu viku skrivaðu vit, at hon skal halda steðg í seks vikur, men nú sær út til, at steðgurin verður longri enn so.

Hon hevði sera stóran týdning fyri liðið seinasta kappingarár, og uttan hana er einki at taka seg aftur í, at StÍF-liðið í ár ikki er so sterkt sum í fjør, tá liðið lá til at vinna FM-heitið, men snávaði í seinasta dystinum.


StÍF-Stjørnan 23-20 (10-13)

StÍF: Sóley Mikkelsen 10 (5), Paula B. Jacobsen 4, Bjørg Mikkelsen 4, Alis Høghamar 2, Hanna Thorleifsson 2, Birna Mikkelsen 1.

Stjørnan: Simona Hansen 8, Annika Ljósstein 5, Anna Kristina Samson 3, Sólvá Eystberg 2 (1), Jastrid Gullaksen 1, Una Olsen 1.

Útvísingar: StÍF 2, Stjørnan 0.