Ov ung til at vera ung

Mánakvøldið kl. 19 byrjar eitt spennandi tiltak fyri juniorar í Meinigheitshúsinum í Havn. Tiltakið vendir sær til tey yngru, sum kanska ikki halda seg vera nóg gomul til at fara á ungdómsmøtini í húsinum.

Nú verður so eitt tiltak, sum vendir sær til tey sum ganga í 5. til 7. flokk, soleiðis at tey eisini skulu hava ein felagsskap saman við javnaldrum sínum.

Juniormøtini verða skipað á ein lættan hátt. Tey fara at hugna sær saman, spæla spøl, syngja sangir, hava andakt og eta okkurt lekkurt.

- Hetta skal verða eitt mega stuttligt kvøld, siga stigtakararnir til juniormøtini í Meinigheitshúsinum.