Vit høvdu fult tamarhald á dystinum, til teir fáa ein útvístan. Kanska taka vit ov lætt upp á uppgávuna, og í øllum førum verður øgiliga opið aftureftir. Og tí fáa teir fleiri ferðir skapt vandastøður, tá teir kontra.
- Og so hendir so tað, sum ikki má henda. Nevnliga at teir fyrst skora eftir horna, og so fáa teir aftur mál, tá Gudmund sleppur ov lætt ígjøgnum verjuna hjá okkum.
Í seinasta partinum av dystinunm varð Egil sjálvur rikin av vølli, tá hann fekk sítt næsta gula kort. Ein avgerð, sum EB/Streyma-skiparin partvíst helt vera í lagi.
- Fyrra gula kortið, sum eg fái, er rættiliga bíligt. Tað seinna fari í eina tackling við Clayton, og har komi eg so at taka mannin ístaðin fyri bóltin.
Egil sigur annars, at ein javnleikur á Sandi í sjálvum sær ikki er nøkur vanlukka. Men at teir eftir ein slíkan dyst hava alla orsøk at vera ónøgdir.
- Vit hava fult tamarhald á støðuni. Vit eru ein maður meira enn teir, og vit eru á odda við tveimum málum. Tá er tað altso ov vánaligt, at vit ikki megna at koyra tað heim, so sjálvandi eru vit ónøgdir. Skulu vit hanga við í toppinum, so hava vit altso ikki ráð til at missa stig upp á hendan mátan, sigur Egil á Bø.