Ov vánaligt Michelin!

Michelin kundi ikki tryggja, at dekkini sum framleiðarin hevði framleitt til koyringina í Indianapolis fóru at halda í 60 umferðir, tí vildu Michelin koyrararnir ikki koyra, uttan so at breytin varð broytt.

Formel 1

Allir bilarnir byrjaðu upphitingarumferðina til formel 1 koyringina í Indianapolis, men einans 6 bilar fóru um byrjunarstrikuna eina umferð seinni. Formel 1 koyringin í USA hetta vikuskiftið gjørdist alt annað enn vanlig. Allir 14 bilar, sum koyrdu við Michelin dekkum, boykottaðu koyringina. Liðini mettu ikki, at tað var trygt koyra á breytini.

Forsøgan til boykottið hendi fyri einum ári síðan í formel 1 koyringini í Indianapolis. Tá breyt Ralf Schumacher ryggin í einum óhappi, skaðin helt týskaranum úr Formel 1 í tríggjar mánaðar. Fríggjadagin rendi hann á sama vegg, hesuferð varð hann tó ikki skaddur. Men Formel 1 koyring í USA kann hava fingið sín mønusting. Orsøkin til at yngri Schumacher beiggin rendi á fríggjadagin, var ein punktering í aftara vinstra dekki.

Aftan á óhappið, boðaði Michelin frá, at dekkframleiðarin ikki kundi tryggja teimum 14 bilunum, sum brúktu Michelin, at dekkini fóru at halda til at koyra 60 umferðir á Indianapolisbreytini, um ferðin í svingi 13 ikki var lækkað.

Michelin liðini kravdu at svingið har óhappið hendi varð umbygt, annars luttóku liðini ikki. Men fyriskipararnir noktaðu at broyta breytina, hetta var ikki ein møguleiki søgdu teir. Teir vístu á at liðini kundu antin koyra spakuligari gjøgnum svingið, ella skifta dekk í koyringini, hetta gevur sjálvandi tíðarsrevsing, men um liðini vildu gera hetta av trygdarávum, so var tað í lagi.

Avleiðingin varð, at einans bilarnir við Bridgestone dekkum Ferrari, Jordan-Toyota og Minardi-Cosworth byrjaðu koyringina. Michael Schumacher var í fyrstu byrjunarstøðu, Rubens Barrichello á nummar tvey, Jordan-Toyota bilarnir við Narain Karthikeyan og Tiago Monteiro i aðru og triðju støðu og í Minardi-Cosworth Christijan Albers og Patrick Friesacher nummar fimm og seks.

Koyringin var rættuliga ódramatisk, Michael Schumacher byrjaði bestur og var fremstur, inntil hann rendi á eina fløsku, sum ein illur áskoðari hevði kastað á breytina. Hann punkteraði og noyddist í pit. Hetta gav Barrichello fyrsta pláss inntil næsta pit-stop, tá teir báðir Ferrari koyrararnir mundu koyrt hvønn annan av breytini, Barrichello endaði uttanfyri breytina og misti fyrsta pláss. Hann megnaði tó at fáa bilin inn aftur á breytina og endaði 1,5 sekund aftanfyri liðfelagan.

Aftanfyri teir endaðu Jordan bilarnir eitt umfarð aftanfyri, og Minardi tvey umfør aftanfyri. Tiago Monteiro fekk triðja pláss og steyp.

Áskoðararnir vóru í øðini, og umframt at kasta ting á breytina, rýmdu stórir partar av áskoðarunum. Formel 1 hevur ikki havt tað lætt í USA. Nascar, Champcar og Indycar eru amerikanskar kappingar sum eiga størsta partin av armerikanska marknaðinum, og formel 1 hevur ikki veruliga vunnið heilt nógvar hyggjarar, og eingin ivi er um, at hetta sum hendi sunnudagin fer at skaða umdømið hjá Formel 1 illa.

Tað var annars Jarno Trulli, sum hevði fingið skjótastu umferðina í tíðarkoyringini leygardagin, og sostatt fyri fyrstu ferð hevði givið Toyota fyrstu byrjunarstøðu. Við Kimi Raikkonen í aðru støðu, Jenson Button triðju og Giancarlo Fisichella í fjórðu. Michael Schumacher megnaði bert fimtu skjótastu tíðina, tvey pláss frammanfyri Rubens Barrichello.

Við sigrinum flutti Michael Schumacher seg upp á triðja pláss í kappingini um heimsmeistaraheitið. Eisini fingu bæði Minardi og Jordan fyrstu stigini í ár, og nú liggur BAR-Honda einsamalt á seinasta plássi við ongum stigum.

Michael Schumacher segði at hóast umstøðurnar vóru undarligar so var hetta ein sigur, og at hann og Rubens Barrichello høvdu givinð hvørjum øðrum kapping. Michael Schumacher segði, at Bridgestone hevði latið dekk, sum vóru munandi skjótari ligið eftir heima, tí man ikki metti, at tey hildu eina heila koyring á Indianapolis breytini, tí breytin fer so illa við dekkunum.

Í millum reglurnar lá ein beinleiðis kritikkur av Michelin, sum høvdu tikið skjót, men ov veik dekk við. Tað er sjálvandi alla æru vert, at Michelin boða koyrarunum frá, tá dekkframleiðarin hevur gjørt eitt mistak, og at koyrarnir tí sleppa undan vandanum, sum er í at koyra við ov ringum dekkum. Men tað sagt, so vóru Michelin noyd til at siga frá, tí annars kundu tey vænta eina drápsákæru um illa gekst.

Tað er alt ov vánaligt, at Michelin kemur við dekkum, sum ikki eru trygg. Dekkframleiðarin hevur gjørt dekk til hesa breyt í fleiri ár, og eigur ikki at seta koyrarar, framleiðarar, áskoðarar og sponsorar í hesa støðu.