Óvanligt at koyra landsstýrisfólk uttan beinleiðis orsøk

Hóast tað eru nógv fordømi um landsstýrisfólk, sum fara frá í úrtíð, so er tað ikki so ofta, at tey verða kroyst frá av sínum egnu.

Tað var tað, sum er hendi við Helga Abrahamsen hósdagin, tá hann varð loystur úr starvi og Magnus Ramsussen settur sum landsstýrismaður í staðin. Løgmaður og Helgi Abrahamsen hildu fast uppá, at hetta var gjørt í fullari semja, og at hetta var tað besta fyri flokkin.

 

Semja ella ikki semja, so er hetta ikki nakað, sum Helgi Abrahamsen sjálvur hevur funnið uppá. Tí so var støðan ein onnur. Í hesum føri er tað løgmaður – ella fleiri í flokkinum, sum hava trýst landsstýrismannin frá. At siga, at tað er gjørt í semju ber altíð til – fyri tað um tilgogdin í málinum ikki er farin fram í semju. Hetta er bara ein partur av politiska spælinum. Tá verður eitt sagt og annað gjørt.

 

Vit sóu til dømis í seinstu samgongu, at Henrik Old frá frá sum landsstýrismaður, tí hann var ónøgdur við, at samgongan ikki raðfesti Fámjinstunnilin fram um Dalstunnilin. Tað var hansara egna val at fara frá. Og vit sóu eisini undir seinastu samgongu, at Rigmor Dam legði frá sær eftir rokið um pengarnar til Glasir. Tá var stórt politiskt trýst á hana og flokkin, og tað loystu tey við, at hon legði frá sær. Har var talan um eitt ávíst mál, sum rok var um – ikki eitt generelt trýst frá baklandinum um at fáa hana frá.

 

Og áðrenn tað var tað Kári P. Højgaard sum í næstsíðstu samgongu varð koyrdur frá, tá hann klutraði málið um Skálafjarðatunnilin.

 

Í 2005 var Jógvan við Keldu koyrdur frá – tá tað tað eisini týðuligt, at hann varð kroystur frá av sínum egnu, og at tað ikki var handafaring av nøkrum einstøkum áli.

 

Eisini varð Signar á Brúnni koyrdur frá í 2000. Tað byrjaði sum ein mál um at hann var farin út um sína játtan. Meðan málið varð kanna, varð hann av sínum egnu biði um at fara frá. Áðrenn úrslitið kom, sum reinsaði hann, hevði flokkurin valt Tórbjørn Jacobsen til landsstýrismann í staðin. Aftur her ein landsstýrismaður, sum varð kroystur frá av sínum egna flokki.

 

Fleiri landsstýrisfólk hava verið noydd at lagt frá sær av ymsum miseydnaðum uppgávum og frágreiðingum.

 

Men ein serlig hending var í 2011, tá Jørgen Niclasen legði frá sær sum landsstýrismaður í uttanríkismálum. Orsøkina segði hann vera, at tað »sampakkaði ikki at vera floksformaður og landsstýrismaður í senn«.

 

Hetta var púra greitt ein umbering fyri okkurt annað, sum hvørki hann ella flokkurin vildu foreltja almenninginum. Men síðani hesa umbering hava hann tvær ferðir røkt krevjandi uppgávuna sum landsstýrismaður í fíggjarmálum – og verið formaður í Fólkaflokkinum samstundis.

 

 

 

Hetta vit hava sæð í dag er heilt víst eitt dømi um, at Helgi Abrahamsen er kroystur frá av sínum egnu. Okkurt er koyrt fast hjá teimum, sum tey vilja rætta upp á við eini nýggjari byrjan – at ein annar persónur kemur inn at gera tað, sum hin ikki fekk á skaftið.

 

Síðani løgtingsvalið í 1998 eru hesi fólk farin úr landsstýrissessi í ótíð:

 

2021: Helgi Abrahamsen, vinnu- og umhvørvismál

 

2019: Rigmor Dam, mentamál

 

2018: Henrik Old, samferðslumál

 

2013: Kári P. Højgaard, samferðslumál

 

2012: Jákup Mikkelsen, fiskivinnumál

2011: Jørgen Niclasen, uttanríksmál

 

2011: Jóannes Eidesgaard, fíggjarmál

2009: Hans Pauli Strøm, heilsumál

 

2008: Kristina Háfoss, mentamál

 

2007: Bárður Nielsen, fíggjarmál

 

2007: Jacob Vestergaard, innanlandsmál

2005: Jógvan við Keldu, innanlandsmál

2004: Jóhan Dahl, fiskivinnumál

2003: Annlis Bjarkhamar, mentamál

 

2003: Jørgen Niclasen, fiskivinnumál

2001: Helena Dam á Neystabø, almanna- og heilsumál

 

2001: Tórbjørn Jacobsen, undirvísingar- og mentamál

 

1998: John Petersen, fiskivinnumál

2000: Finnbogi Arge, vinnumál, tó ikki olju- og umhvørvismál

2000: Signar á Brúnni, undirvísingar- og mentamál

 

Tvær ferðir er Tjóðveldi tveitt úr samgongu og øll landsstýrisfólkini tí koyrd frá. Fyrr ferð 5. desember 2003, tá Anfinn Kallsberg segði upp samgonguna og skrivaði út val. Seinnu ferð 26. september 2008, tá Jóannes Eidesgaard koyrdi Tjóðveldi úr samgonguni og skipaði nýggja samgongu saman við Fólkaflokkinum og Sambandsflokkinum. 6. apríl í 2011 fer Fólkaflokkurin úr samgonguni við Sambandsflokkin og Javnaðarflokkin og hini bæði landsstýrisfólkini hjá Fólkaflokkinum, Annika Olsen og Jacob Vesteraard, leggja frá sær.