Í farnu viku var formansskapurin í løgtinginum og vitjaði starvsfelagar sínar í íslendska Altinginum.
Ferðalagið fór úr Føroyum mánakvøldið og var aftur í Føroyum fríggjakvøldið.
Men tað var um reppið, at tey ikki sluppu avstað, tí íslendska flogfelagið hevði avlýst fráferðina úr Íslandi til Føroya av verðurávum. Mjørki var í Vágum og tí var ferðin úr Íslandi útsett.
Hóast veðrið broyttist var eingin møguleiki at fáa íslendska flogfelagið at senda flogfarið avstað, tí tað var sett í aðra rutu.
Men føroyingar eru sjáldan ráðaleysir, og tað eydnaðist teimum ístaðin at fáa Atlantsflog at taka túrin úr Vágum til Íslands og aftur, og á tann hátt slapp formansskapurin í tinginum til Íslands ásetta dagin, samstundis sum meginparturin av bíðandi ferðalagnum í Reykjavík slapp til Føroya.
Tó vóru nøkur, sum vóru við sviðusoð og máttu bíða, tí føroyingarnir í Íslandi fingu ikki at vita um »eykatúrin« fyrr enn ov seint, og tí sluppu tey ikki til Føroya fyrr enn fleiri dagar seinni.
Nógvar fundir
Sum vera man var stórt fundarvirksemi á Íslandsferðini.
Formansskapurin í íslendska Altinginum hevði nógv at vísa føroyska ferðalagnum og formansskapirnir báðir høvdu eisini onkrar fundir sínamillum.
Umframt hesar fundirnar var føroyska ferðalagið eisini og hitti íslendska forsetan, Ólavur Ragnar Grímsson á Bessastøðum.
Íslendski forsetin er ikki ein, sum leggur seg út í politiskt kjak, og tí var ikki beinleiðis tosað um politik við hann, sigur Finnbogi Ísakson.
? Men vit tosaðu m. a. um doktararitgerð hansara, sum er um sjálvsstýrisstríð íslendinga. Ein partur av hesi uppgávuni er gjørdu saman við íslendska serfrøðinginum Sigurði Líndal, sum er ráðgevi hjá landsstýrinum í sjálvstýrismálum, og sum júst hevur verið í Føroyum í sambandi við smálandaráðstevnuna, sigur Finnbogi Ísakson
Grímson til Føroya
Á vitjanini á Bessastøðum bar føroyski tingformaðurin íslendska forsetanum ta heilsu frá løgmanni, at hann fór at fáa eina vitjan um at koma á almenna vitjan í Føroyum.
? Hetta fegnaðist hann um, tí hann er sera áhugaður at koma til Føroya, sigur Finnbogi Ísakson.
Íslendski forsetin greiddi føroyska tingformanninum frá, at tað, tá nýggjur forseti er valdur í Íslandi, er vanligt, at hann fer eina rundferð til hini norðurlondini.
? Henda túrin hevur hann verið, men hann segði mær eisini, at hann í Íslandi var spurdur, hví hann ikki fór til Føroya, sum er næsti granni Íslands. Nú fær hann so skjótt høvið at koma higar, sigur Finnbogi Ísakson.
Á valfundi á Akranesi
Umframt at hitta forsetan heilsaði føroyska ferðalagið upp á íslendska forsætisráðharran, David Oddson og fleiri aðrar politikarar.
Ferðalagið var og vitjaði floksskrivstovurnar í Reykjavík og sóu hvussu arbeiði fór fram har.
Eina kvøldið var ferðalagið til politiskan valfund á Akranesi.
Edmund Joensen, sum er triði næstformaður í tinginum sigur, at tað var ein sera áhugaverdur túrur.
Í Íslandi hava flokkarnir á vinstraveinginum allir kasta saman uttan teir grønu, men hóast tað, so var kortini talan um ein taman vælfund.
? Íslendska valstríðið er eftir míni metan nokkso tamt og sera sakligt, og eg haldi, at fundurin á Akranesi vísti, at ein valfundur, sum tann vit vóru til, var ótrúliga væl stýrdur, sigur Edmund Joensen.
Á kavaskootara
upp á Vatnajøkull
Sum vera man, vóru eisini útferðir gjørdar á túrinum, og tann, sum man hava fest seg einamest hjá føroyska ferðalagnum er eftir øllum at døma túrurin niðan á Vatnajøkull.
Teir báðir Finnbogi og Edmund eru samdir um, at túrurin var sera áhugaverdur. Havast skal í huga, at Vatnajøkull er um 8.000 ferkilometrar til víddar, og tað vil siga, at hann er á leið seks ferðir størri enn Føroyar eru.
? Stórsligið og ótrúliga vakurt, sigur Edmund Joensen.
Hann leggur afturat, at føroyingar ofta hava tað fatan av íslendsku náttúruni at hon ikki er so løtt at ferðast í.
? Men hesin túrurin gav okkum eina heilt aðra mynd. Um summarið ber í øllum førum væl til at ferðast, eisini á jøklunum, sigur Edmund Joensen.
Túrurin fór soleiðis fram, at ferðalagið fleyg til Hafnafjørðin og haðani var farið við bussi niðan móti jøklinum. Skift var til ein meira »robustan« buss, sum síðani koyrdi ferðalagið til eini hús, sum standa við jøkulin.
Har fingu nøkur kavaskootara, meðan onnur fóru við einum sokallaðum »beltibili« alla leiðina á ovasta tindin á Vatnajøkli.
? Og í fagrasta sólskinsveðrið var borðreitt við góðum íslendskum mati og øðr-um góðum áðrenn vit fóru omanaftur, sigur Edmund Joense, sum heldur, at føroyski formansskapurin hevur fingið nógv burturúr vitjanini.
? Endamálið við ferðini var at útbyggja tað samstarv vit hava, og at skapa »forstáilsi« fyri viðurskiftunum hjá hvør øðrum, umframt at vit skuldu tosa saman, og tað eydnaðist ótrúliga væl, sigur ein vælnøgdur Edmund Joensen.
Við í føroyska ferðalagnum, sum var aftur í Føroyum fríggjakvøldi, var allur formansskapurin og makar teirra og Súsanna Danielsen, stjóri á Løgtingsskrivstovuni.