Gunnar Nielsen hevur ikki fingið staðfest innfararaloyvi til Kasakstan, eftir at passið hjá honum ikki kom fram í postinum. Hann var tí staddur í London, tá landsliðið hevði venjing í Danmark í dag.
Føroyska A-landsliðið hevur rent seg í trupulleikar undan fráferðini til Kasakstan. Allir spælararnir skuldu fáa passini retur í postinum, eftir at tey hava verið til góðkenning av visum, men í Motherwell kom einki pass fram.
Sostatt stendur Gunnar Nielsen uttan pass. Hann fór í morgun til donsku sendistovuna í London og hevur fingið fyribils pass. FSF stíðist nú við at staðfesta um visum, sum Gunnar fekk upp á tað gamla passið, stendur við til fyribilspassið.
Føroyska A-landsliðið hevur í dag havt vening í Danmark, men tað var so uttan Gunnar Nielsen. Ætlanin er nú, at Gunnar skal flúgva til Danmarkar og skal við sama flúgvaranum sum A-landsliðnum til Astana seinnapart í dag.
Fyribils er ógreitt um Gunnar Nielsen verður við, tá Føroyar spælir móti Kasakstan fríggjadagin. Sum skilst, so eru vónirnar góðar at fáa málverjan við, men tað er ein sannroynd, at tað ikki bara sum at siga tað, at fáa visum til Kasakstan.