Enn er ikki greitt, hvussu umftandi skaðin er, sum Strandfaraskipið, Teistin, fekk, tá ið hann bar við land á veg inn í havnina í Hesti skírismorgun.
Regin Jacobsen, stjóri á Strandferðsluni, sigur, at Teistin verður tikin upp á beding í Havn í dag og so verður skaðin sýndur.
Stjórin á Strandferðsluni, sigur, at annars skuldi Teistin til eftirlit nú, so hann skuldi undir øllum umstøðum takast úr sigling í tvær vikur nú.
Hóast tey ikki vita nágreiniliga, hvussu umfatandi skaðin er, er tað greitt, at báðar skrúvurnar í øðrum azimuttinum hava fingið skaða. Men kanska hevur azimutturin eisini fingið annan skaða.
Um Teistin verður úr sigling longri enn tær báðar vikurnar, eftirlitið varar, veldst um, hvussu umfatandi skaðin er, og, hvussu long leveringstíð er á eykalutum, tað kanska verður neyðugt at útvega.
|