Hann vil ikki koma rættiliga nær einum svari upp á spurningin, um hann fer at stilla upp til løgtingsvalið komandi. Men Bjørn á Heygum er sambandsmaður, tað er eingin ivi um. Hann hevur ongar ætlanir um at fara í annan flokk sum fyrrverandi partamaður hansara, Finnbogi Arge, gjørdi.
? Tað var nú spell at Finnbogi valdi at fara úr flokkinum, tí vit høvdu felags áskoðanir um so mangt, sigur Bjørn á Heygum, og skundar sær at leggja aftrat, at tað er ein saknur í Finnboga.
Yvir 640 atkvøður
Og hesir báðir, Finnbogi og Bjørn, vóru eisini ungu andlitini í Sambandsflokkinum sum fólk ella ið hvussu so er veljarar í Suðurstreymoyar valdømi, vóru farnir at venja seg við og eisini at vanta nakað av, og eisini farnir at velja. Til seinasta løgtingsval fekk Bjørn á Heygum yvir 640 atkvøður, og við hesum í huga verður hann eisini spurdur, hví hann ikki stillaði upp til fólkatingsvali í ár.
? Mær stóð í boði at stilla upp til fólkatingsvalið, men eg havi eitt borgarligt starv at røkja og eg stilli ikki upp á kvamsvís, svarar Bjørn á Heygum.
Ikki upplagt
Og viðvíkjandi spurninginum, um hann heldur ikki fer at stilla upp til komandi løgtingsval, sigur hann, at eg fái ikki svara spurninginum nú.
? Tað er ikki upplagt, at eg stilli upp til løgtingsvalið, og við hesum er heldur ikki sagt, at eg ikki geri tað, sigur Bjørn á Heygum, og hevur ongan hug at koma nærri einum endaligum svari.
? Politikkur dragar seg ikki um mín persón, men um mál at fremja, og tað má sigast, at tað mangan er tungt at fáa síni hjartamál ígjøgnum, leggur hann aftrat, og so mugu vit skilja hesi orð soleiðis sum tey eru søgd. Vit fáa ikki meiri at vita enn.
Landsfundur verður í Sambandsflokkinum og uppstillingarfundir fara eisini at vera í nærmastu framtíð, og tá fæst nærri at vita, hvussu verður við Bjørn á Heygum, sum ikki smæddi sínar meiningar burtur upp til seinasta løgtingsval.