Enn er ikki greitt, um Føroyar verða umfataðar av innflutningsboykottinum, sum Russland hevur sett í verk ímóti Noreg og ES
Russar hava nú bannað innflutningi av fiski, kjøti, mjólkarúrdrátti, frukt og grønmeti úr Noreg, ES, USA, Avstralia og Kanada.
Enn er ikki greitt, hvat hetta bann fer at merkja fyri føroyskan útflutning til Russlands.
Tað hevur Dmitrij Medvedev, forsætirsráðharri Russlands, gjørt greitt í dag. Innflutningsbannið kemur í gildi beinan vegin, og tað er galdandi í eitt ár.
Russland er størsti og týdningarmesti marknaðurin fyri norskar fiskavørur. Tað er í høvuðsheitum sild og makrelur, sum Noreg útflytir til Russlands.
Og í Noreg eru tey sum vera man ørkymlað av, at Noreg og ES nú fáa somu revsing, sum ES og Noreg hava givið Føroyum. Í Noreg tosa teg tí um at stevna Russlandi til altjóða handilsfelagsskapin, eins og Føroyar gjørdi við Noreg og ES.
Fyriskipanin, sum Vladimir Putin hevur skrivað undir, er sett í verk eftir revsitiltøkinum, sum eru sett í gildi mótvegis Russlandi í sambandi við flogfarið, sum varð skotið niður yvir Ukraina.
Sambært útvarpinum, so hevur føroyski sendimaðurin í Danmark í morgun verið í sambandi við russiska sendiharran í Keypmannahavn fyri at fáa váttan um, hvørt Føroyar verða raktar av innflutningsbanninum ella ikki.
Landsstýrið hevur enn ikki fingið svar.