Liverpool venjarin, Jürgen Klopp, fekk reytt kort ímóti endanum av spentu uppgerðini ímillum Liverpool og Manchester City í gjár.
Útvísingin kom takkað verði ógvusligu reaktiónini mótvegis dómarinum, Anthony Taylor og hjálpardómarinum Gary Beswick, fyri tað Klopp nevndi tíðarinnar greiðasta fríspark.
Eftir dystin legði Klopp seg flatan og viðgekk, at hann misti tamarhaldið í støðuni.
Nú er spurningurin um Liverpool-venjarin fær loyvið, at vera við á beinkinum tá Liverpool tekur ímóti West Ham. Sambært The Times er tað ikki vist, at ein venjari fær leikbann eftir at hann er útvístur.
Enska fótbóltssambandið (FA) bíðar í løtuni eftir frágreiðingini frá dómarinum, Anthony Taylor, og má hareftir taka støðu um Jürgen Klopp skal fáa leikbann.