Óvist um Luitjen Apol kemur á ting

? Vit mugu fyrst kanna, hvat hann ætlar at brúka tingsessin til, sigur Kristian Magnussen

Vóru viðurskiftini í Verkamannafylkingini nátúrlig, so tók Luitjen Apol við sum løgtingsmaður eftir Ernst Hansen. Tað var Kristian Magnussen, sum varð valdur á ting fyri Verkamannafylkingina í Suðurstreymi í 1994. Síðani tá er fylkingin skrædnað.


Luitjen Apol hoyrir til partin hjá Ingeborg Vinther, og kemur hann á ting, kann hetta hava óhepnar avleiðingar við sær fyri samgonguna.


? Vit hava ikki enn tikið støðu til hendan spurningin, men tað er greitt, at vit fara at spyrja Luitjen Apol hvat hann ætlar, kemur hann á ting, sigur Kristian Magnussen.


? Tað kann vera, at vit skapa samgonguni ein trupulleika, men hetta fara vit at kanna, og síðan verður støða tikin til málið.


Kristian Magnussen sigur, at annar møguleiki er, at hann sigur seg frá sum landsstýrismann og fer aftur í tingið. Tí sum landsstýrismaður ber ikki longur til eisini at vera tingmaður.


? Eg havi ongar viðmerkingar til hetta málið enn, tí eg má fyrst hugsa meg væl um, sigur Luitjen Apol, sum er landsnevndarlimur í Verkamannafylkingini og er tískil ein teirra, ið koyrdi Kristian Magnussen, Óla Jacobsen og Karl Robert Johansen úr Verkamannafylkingini.


Luitjen Apol, sum var ein av stigtakarunum til Verkamannafylkingina, vil ikki siga nakað um enn, hvørja støðu hann fer at taka.