– Tað er ein ovurstórur vinningur fyri Sjálvstýrisflokkin, at Jógvan Skorheim er farin frá sum formaður og hevur meldað seg úr flokkinum.
Tað sigur Bjørn á Heygum, formaður í Streymoyar Sjálvstýrisfelag, tá vit ringdu til hansara um eina viðmerming.
Hann hevði tá ikki fingið boðini, men gjørdist ikki kløkkur.
– Jógvan Skorheim hevur bara hugsað um seg sjálvan og sítt egna øki í Klaksvík. og bara røkt lokaláhugamál. Hann er støðugt í tvístøðu, tí tað stendur upp á tvørs á hvør ørðum at vera formaður í einum flokki og at reka lokalpolitik í einum ávísum øki, sigur Bjørn á Heygum.
Hann vísir á, at tað er serliga ringt, tá tú er floksformaður og skal mynda ein flokk úteftir. Tá ber ikki til bara at hugsa um sítt egna øki.
Bjørn á Heygum er ikki í iva um, at Jógvan Skorheim als ikki hoyrdi heima í Sjálvstýrisflokkinum.
– Hann er fólkafloksmaður, tað er so slett eingin ivi tað. Hann yvirhálar teir ofta til høgru, og tað sosial-liberala glíður í bakgrundina. Tað gav jú at býta, tá hann tók undir við fiskivinnupolitikkinum hjá Fólkaflokkinum til síðsta val, sigur Bjørn á Heygum, sum heldur, at at Jógvan Skorheim hevur brúkt Sjálvstýrisflokkin sum eitt springbretti at sleppa upp í Fólkaflokkin.
Tað stutta av tí langa er – sambært Bjørn á Heygum, formanni Streymoyar Sjálvstýrisfelags – at tað er ikki so galið fyri Sjálvstýrislflokkin, at Jógvan Skorheim er farin, men ein ovurstórur vinningur.
– Hann hevur ikki prógvað nøkur leiðsluevni ella samstarvsvilja. Hevur bara sáðað split og einki annað – og bara, sigur Bjørn á Heygum.