Oyðin Oyggjarvegur

Ferðslan í fyrrverandi høvuðsferðslusæðrini minkaði við góðum níti prosentum tá ið Kaldbakstunnilin lat upp. Kortini er løgreglan á varðhaldi. Serliga í vikuskiftunum

Høgni Mohr


Tað var ein stórhending í føroyskari samferðslusøgu, tá ið Oyggarvegurin varð latin upp fyri ferðslu í 1966. Hendan høvuðsæðrin knýtti av álvara Streymoynna saman, og í góða fjórðingsøld var vegurin álitið. Men fyri góðum 7 árum síðani broyttist alt. Hin 5. november í 1992 lat bergholið millum Kaldbaksbotn og Signabø upp. Hendan tórsdagin hvarv Oyggjarvegurin so at siga í gloymskuna.

Gerandisdagar sæst onkur hissini lastbilur kanska við Hundsáarbotn, og fleiri minuttir eru ímillum persónbilarnar. Norða- og mjørkadalsmenn koyra uttan stórvegis hóvasták millum heim og arbeiðspláss um morgnarnar og kvøldarnar. Annars valdar at kalla fullkomuligur friður á hesum áður so væl vitjaða vegi.


Vikuskiftiskoyring

Móti morgni í vikuskiftunum kemur kortini fyri, at Oyggjarvegurin verður nýttur til meira illgrunaverd endamál.

Løgreglan í Havn er fleiri ferðir komin fram á bilførarar, ið við stívari kenning royna at lirka seg heim eftir hesum nú oydna vegi. Oftast er talan um menn, ið koma til Havnar í dans norðanífrá. Hesir bilførarar halda sambært løgregluni, at á Oyggjavegnum er friður, og frítt at fara. Men teir fara skeivir.

Petur Poulsen, vakthavandi á løgreglustøðini í Havn, sigur, at snimma vikuskiftismorgnar ger løgreglan nøkur rend niðan á Oyggjar-vegin við tí endamáli at avmarka rúsdrekkakoyringina. Somuleiðis hevur verið at hoyrt, at Oyggjarvegurin verður nýttur til rasarakoyring.

- Men vit halda eygað við Oyggarvegin, og eg haldi at skilaleysa rasarakoyringin er minkað munandi, tí fólk vita, at vit eru har uppi við jøvnum millumbili, sigur Petur Poulsen.


Munandi ferðsluminking

Hendan eygleiðing av Oyggjarvegnum fellur neyvan løgregluni serliga tung í mun til áður. Sambært tølum hjá Finnleif Durhuus á landsverkfrøðingsstovninum, minkaði ferðslan á Oyggjarvegnum úr 2562 akførum og niður á 201 um samdøgurið. Samstundis vaks ferðslan í Hoydølum úr 4551 og upp í 6139 akfør. Í dag koyra í meðal 286 akfør eftir Oyggarvegnum. Gjøgnum Kaldbakstunnilin fara 3208 akfør.