Tað er við matarstøðini í SMS, at føroyingar fáa møguleika at ynskja føroysku íðkarunum góða ferð, áðrenn tey fara til Oyggjaleikirnar at kappast fyri Føroyar.
Nógv áhugavert verður á skránni hendan morgunin, vita fyrireikararnir at siga.
##med2##
Ókeypis morgunmaturin byrjar kl. 9, og kl.10 verða røður og annað á skránni. Løgmaður og forsetin í ÍSF, Elin Heðinsdóttir Joensen, fara at siga nøkur orð og ynskja íðkarunum góða ferð. Síðan fær vinnarin av kappingini um eina ferð til Gibraltar til Oyggjaleikirnar handaðan vinningin. Morgunmaturin er til klokkan 11.