##med2##
Tað er við matarstøðini í SMS í morgin millum klokkan 9 og 11, at føroyingar fáa møguleika at ynskja føroysku íðkarunum góða ferð, áðrenn tey fara til Oyggjaleikirnar at kappast fyri Føroyar.
Ókeypis morgunmaturin byrjar kl. 9, og kl.10 verða røður og annað á skránni. Løgmaður og forsetin í ÍSF, Elin Heðinsdóttir Joensen, fara at siga nøkur orð og ynskja íðkarunum góða ferð. Síðan fær vinnarin av kappingini um eina ferð til Gibraltar til Oyggjaleikirnar handaðan vinningin. Morgunmaturin er til klokkan 11.
Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra samskiparan hjá ÍSF, Jarvin Feilberg Hansen greiða frá. Jarvin skal til Gibraltar longu sunnumorgunin fyri at kanna umstøðurnar í Gibraltar.
Nøkur orð fullu eisini um Europa League dystin ígjár, har KÍ vann 5-1 á Tri Fiori úr San Marino.