Oyggjaleikir: Badminton undir trýsti

Tað byrjaði væl hjá føroysku badmintonspælarunum í liðkappingini, tá tað fyrst eydnaðist at vinna 5-0 á Falklandsoyggjum og síðani 4-1 á Isle of Wight.

Men tá mótstøðuliðið í gjárkvøldið var Isle of Man, gjørdist mótstøðan ov hørð, samstundis sum spælararnir vóru moyrir og hitin í høllini øgiligur.

Vunnu Føroyar henda dystin, var eitt pláss í hálvfinaluni longu tryggjað, men Føroyar taptu 2-3, so nú er neyðugt at vinna á Gotlandi í dag, skulu Føroyar yvirhøvur koma í hálvfinaluna.

Ímóti Isle of Man sást, at spælararnir løgdu nógv fyri, men umstøðurnar vóru ikki tær bestu eftir ein langan og heitan dag, so nú er bara hesin eini kjansurin eftir.

Í einmansleiki tapti Niclas H. Eysturoy og Rannvá D. Carlsson vann. Í tvímansleiki hjá monnum vunnu Niclas H. Eysturoy og Flóvin Skaalum Mikkelsen, og hjá kvinnum taptu Rannvá og Brynhild D. Carlsson. Og at enda taptu Flóvin og Brynhild blandaða tvímansleikin.