Í nógva hitanum eydnaðist tað føroysku flogbóltskvinnunum at vinna greiðan sigur á Grønlandi. Sett úrslitini vóru 25-8, 25-16 og 25-10.
Hóast føroyska liðið er uttan høvðusvenjara, Boban Illic, og hevði eina vánaliga venjing í gjár, so vístu tær styrki tá á stóð og vunnu greitt á Grønlandi.
Í fyrsta setti var ongin ivi. Føroysku genturnar vunnu heili 25-8. Flestu av stignum hjá Grønlandi vóru mistøk hjá okkara. Í øðrum setti var tættari, men ongantíð veruligur spenningur. Føroyska liðið byrjaði at gera fleiri útskiftingar og tað órógvaði spælið eitt sindur. Føroyar vann 25-16.
Í triðja setti var føroyska liðið aftur omaná og vann trygt 25-10. Í morgin spælir kvinnulandsliðið móti Guernsey. Dysturin byrjar klokkan 14 føroyska tíð.