Oyggjaleikirnir skotnir í gongd

OYL 15: Í fagrastu summarlíkindum, vóru oyggjaleikirnir á Jersey í kvøld settir

Oyggjaleikirnir 2015 á Jersey, eru í kvøld skotnir í gongd. Siðbunda setanin, sum altíð er kvøldið fyri at leikirnir byrja, fór fram í kvøld klokkan 19:00 á Howard Davis Park á Jersey.

 

Til oyggjaleikirnar í ár, eru met nógvir luttakarar. Yvir 4000 luttakandi frá 24 oyggjalondum, er tað mesta, ið nakrantíð hevur verið á oyggjaleikunum. Samstundis eru tað tretivu ár síðani oyggjaleikinir fyri fyrstu ferð vóru á skránni, sum var í 1985.

 

Setanin vardi á leið í tveir tímar. Føroysku luttakarnir marsjeraðu inn sum nummar seks í røðini, har Brynhild Djurhuus Carlsson gekk fremst við Merkinum.

 

Serligt við setanini var eisini, at tað var ein minningarløta fyri at minnast teir báðar føroyingarnar, Høgna Carlsson og Vilhjálm Gregoriussen, sum á syrgiligasta hátt, lótu lív eftir seinastu oyggjaleikirnar. Tað var gjørt soleiðis, at øll fólkini á Howard Davis Park reistu seg upp at klappa fyri at minnast teir báðar. Tann løtan kendist bæði virðilig og rørandi.

 

Til seinast fór systir Brynhild Djurhuus Carlsson, Rannvá Djurhuus Carlsson, upp á pallin, har ein frá hvørjum oyggjalandið stoytti vatn í eitt kar. Hetta er eisini ein siðbundin traditión á oyggjaleikunum.

 

Veðrið til setanina var av tí besta. Í dag hevur verið nógvur hiti á Jersey, men í kvøld var eitt sindur kaldari. Sólin fór niður til setanina, so hitin var ikki so ógvusligur, og lá um eini 15 stig.

 

Oyggjaleikirnir 2015 byrja av álvara í morgin. Tá skulu luttakandi fyri frælsan ítrótt, skjóting, tennis, badminton, flogbólt, borðtennis, súkkling, strandflogbólt og triathlon í eldin. Fyrst á skránni verður finalan í hálvmarathon. Tað byrjar longu klokkan 08:30 í morginárini.