OYL 23: Badminton kom væl frá landi í liðkappingini

Føroyar vunnu 5-0 á Orknoyggjum

Mynd: Badmintonsamband Føroya

Føroyska liðið í badminton fekk eina góða byrjan í liðkappingini á oyggjaleikunum á Guernsey.

 

Í fyrsta dystinum spældu okkara móti komandi oyggjaleikavertunum, Orknoyggjum. Føroyar vunnu dystin 5-0.

 

Árant á Mýruni var omaná og vann sín dyst 2-0 á Andrew Reid. Settmunurin var 21-16 og 21-16.

 

Ranja Joensen vann 2-0 á Shannon Leslie í sínum dysti. Tað stóð á gomlum nøglum í fyrra settinum, ið Ranja vann tepurt 22-20.

 

Í seinna settinum var eingin ivi. Ranja vann seinna settið 21-8.

 

Magnus Dal Christiansen og Fai Yin Wong vunnu í tvímansleiki 2-0 (21-11 og 21-14)

 

Mia Thorkildshøj og Miriam í Grótinum vunnu í tvímansleiki 2-0 (21-11 og 21-14)

 

Jónas Djurhuus og Sanna Thorkildshøj vunnu 2-1 (21-19, 19-21 og 21-8) í blandaðum tvímansleiki.

 

Klokkan 18.30 verður aftur grannauppgerð. Tá spæla okkara spæla móti Hetlandi. 

 

 

 

 

 

Mynd: Badmintonsamband Føroya