OYL 23: Flaggberin hevur verið við á oyggjaleikum síðani 1989

Tað var bara á oyggjaleikunum á Bermuda í 2013, tá borðtennis ikki var við á leikunum, at Peter Hentze Niclasen ikki var við á oyggjaleikunum

##med2##

 

Hann var fyrstu ferð við til oyggjaleikir á heimavølli í Føroyum í 1989. Hann hevur verið við á øllum oyggjaleikum millum 1989 og 2011, og aftur frá 2015 til 2023. Í 2013 var borðtennis ikki á skránni, og tí var hann ikki við til oyggjaleikirnar á Bermuda.

 

Peter Hentze Niclasen, ið verður føroyskur flaggberi í kvøld hevur verið bæði íðkari, venjari og leiðari hjá føroyska borðtennishópinum á teimum ymisku oyggjaleikunum síðani 1989.

 

- Hetta er rættiliga stórt, staðfestir Peter um heiðurin at vera flaggberi. Merkið hevur eina savningarmegi, ikki minst á oyggjaleikum.

 

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra eina samrøðu við Peter Hentze Niclasen, har vit eisini spurdi hann um vónirnar fyri føroyska borðtennishópinum á oyggjaleikunum hesaferð. 

 

Samrøða við flaggberan, Peter Hentze Niclasen

Samrøða við flaggberan, Peter Hentze Niclasen