OYL 23: Føroyar vunnu eisini á Suðuroyggjum og Hetlandi

Føroyar vunnu bólk C í liðkappingini í badminton við fullum stigatali

Mynd: Badmintonsamband Føroya

Føroyar vunnu bólk C í liðkappingini í badminton við fullum stigatali.

 

Tíðliga í dag vunnu Føroyar 5-0 á Orknoyggjum.

 

Seinnapartin bleiv aftur talan um ein 5-0 sigur. Hesaferð á Suðuroyggjum (Hebridunum).

 

Jónas Djurhuus vann 2-0 (21-5 og 21-8) á David Fraser í einmansleiki. 

 

Bjarnhild í Buð Justinussen vann 2-0 (21-7 og 21-6) á Orla McGuire í einmansleiki. 

 

Asbjørn Heide Olsen og Jónas Djurhuus vunnu 2-0 (21-7 og 21-7) á Kenneth Morrison og Ken Denehy í tvímansleiki.

 

Sanna Thorkildshøj og Bjarnhild í Buð Justinussen vunnu 2-0 (21-3 og 21-6) á Emmu McLeod og Volnu MacKay í tvímansleiki.

 

Asbjørn Heidi Olsen og Ranja Joensen vunnu 2-0 (21-9 og 21-11) á Arlene Kerr og Kedar Paul í blandaðum tvímansleiki.

 

Í kvøld vunnu Føroyar 5-0 á Hetlandi.

 

Árant á Mýruni vann 2-0 (21-15 og 21-16) á Dean Guthrie í einmansleiki.

 

Miriam í Grótinum vann á Shonu MacKay, ið fór av vøllinum við skaða.

 

Fai Yin Wong og Magnus Dal-Christiansen vunnu 2-0 (21-11 og 21-4) á Thomas Calder og Luca Russell í tvímansleiki. 

 

Bjarnhild í Buð Justinussen og Sanna Thorkildshøj vunnu 2-0 (21-12 og 21-10) á Stephanie Keith og Chloe Hitchin í tvímansleiki. 

 

Jónas Djurhuus og Mia Thorkildshøj vunnu 2-0 (21-10 og 21-8) á Ruth Anderson og Joe Thomson.

 

Føroyar fullførdu sostatt innleiðandi bólkin við trimum 5-0 sigrum.

 

Føroyar spæla hálvfinalu móti Guernsey klokkan 12 í morgin.

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

Mynd: Badmintonsamband Føroya