OYL: Miriam og Bjarnhild vunnu gull í tvímansleiki

Føroyska gullregnið í badmintonhøllini heldur fram

Mynd: Heidi Lava Elgeirsdóttir

Føroyar hava gjørt slætt borð í badmintonhøllini í Kirkwall.

 

Føroyar hava vunnið allar kappingarnar í einmansleiki og tvímansleiki á oyggjaleikunum.

 

Miriam í Grótinum og Bjarnhild í Buð Justinussen vóru suverenar í finaluni í tvímansleiki. Kimberley Clague og Jessica Li av Oynni Man formáddu sær einki móti reystu føroysku kvinnunum.

 

Settmunurin var so greiður sum 21-12 og 21-6.

 

Mia og Sanna Thorkildshøj vunnu bronsu í tvímansleikinum.

 

##med2##

 

Tað vera Miriam í Grótinum og Rúni Øster, sum skulu dystast ímóti Sannu Thorkildshøj og Magnus Dal-Christiansen í finaluni í blandaðum tvímansleiki. So har er føroyskt gull og silvur longu tryggjað.

 

So Føroyar hava í dag vunnið fimm av fimm møguligum gullheiðursmerkjum í badminton. Vorðið sum bragd.

 

Mynd: Heidi Lava Elgeirsdóttir

Mynd: Heidi Lava Elgeirsdóttir