Oyl-úttøka hjá bogaskjúttum

Trý nýggj føroysk met og hópur av persónligum metum vórðu sett, tá bogaskjúttar sunnudagin høvdu úttøkukapping til Oyggjaleikir

Bogaskjóting

Sunnudagin skipaði Bogaskjótifelagið Ørvur fyri næstu kappingini í samband við úttøkur til OyL 2007 á Rhodos
Kappingin bleiv avgreidd á Svangaskarði, og vóru í alt 17 skjúttar til staðar. Seks í compound og 11 í recurve.
Líkindini vóru hampilig, men á longru frástøðunum var skiftandi vindur, sum darvaði skjúttunum . Tó eydnaðist at fáa 3 føroysk met, eina tangering av føroyskum meti, umframt 10 persónlig met.
Eisini megnaði enn ein skjútti kravið, sum er ásett til OyL.

Tvey met til Anniku
Tvey av metunum átti Annika Vang. Hon fekk 258 stig á 70 metrum og fekk samanlagt 1.053 stig. Hetta var væl meira enn Rakul Dam og Jastrid M. Jensen, sum gjørdust nummar tvey og trý. Jastrid setti vi ð775 stigum persónligt met.
Í compound hjá kvinnum var Sigrid Vang einasti luttakarin, og við 1.220 stigum skeyt hon væl omanfyri kravda stigatalið.

355 av 360 stigum
Hjá monnum tangeraði Hans Petur Højgaard føroyska metið á 50 metrum í recurve, tá hann fekk 310 stig. Í alt fekk Hans Petur 1151 stig, og er hetta persónligt met. Rógvi Mohr, Eirikur í Jákupsstovu og Øssur Hansen vóru næstir honum. Bæði Eirikur og Øssur settu persónligt met.
Seiansta metið varð sett í compund fyri menn. Hetta setti Jógvan Niclasen, tá hann fekk 355 stig á 30 metrum. við 1.264 stigum var Jógvan eisini fremsti skjúttin. Honum á baki komu Per Holm Andersen, Schandorff Vang og Kaj Johannesen.

Oyl-liðið higartil
Recurve: Hans Petur Højgaard, Rógvi Mohr og Annika Vang úr Ørvi og Absalon Hansen úr Tambar.
Compound: Jógvan Niclasen úr Tambar og Per Holm Andersen, Schandorff Vang og Sigrid Vang úr Ørvi.
Triðja og seinasta úttøkukappingin verður komandi vikuskifti.