Meira enn triði hvør veljari nevndi Fólkaflokkin, tá tey vórðu spurd, hvønn flokkin, tey ætla at atkvøða fyri, ikki skal fara í samgongu við. Tað vísir kanningin, sum Fynd gjørdi fyri Sosialin í síðstu viku. Sambært kanningini hava 38,9 prosent av veljarunum hjá øllum flokkum hesa hugsan.
Í kanningini eru veljararnir eisini spurdir, hvønn flokk, flokkurin, ið tey atkvøða fyri, helst skal samstarva við. Tá er svarið næstan eins týðiligt. 28,8 prosent siga tá, at tey helst síggja Javnaðarflokkin sum samstarvsflokk. Bara 3,3 prosent av veljarunum hjá øllum øðrum flokkum enn Fólkaflokkinum, vilja, at teirra flokkur skal samstarva við Fólkaflokkin.
Les meiri um veljarakanningina í Sosialinum frá mánadegnum.