Oyvindur Brimnes eigur at fáa sekkin

- Landsverk hevur provokerað sandoyingar so nógv, at Oyvindur Brimnes eigur at fáa sekkin í stundini, sigur Gerhard Lognberg, løgtingsmaður

Í Sosialinum í gjár kom fram, at Landsverk hevur gjørt eitt upprit, har sagt verður, at um Skálafjarðartunnilin og Sandoyartunnilin verða lagdir í eitt og sama felag, so kann Sandoyartunnilin gerast uttan eina krónu úr landskassanum.

Men hetta hóvar ikki Gerhardi Lognberg, løgtingsmanni Javnaðarfloksins í Sandoynni og borgarstjóra í Skopun. Hann heldur, at løgtingið skal halda fast við tann leistin, sum nú er, har Skálafjarðartunnilin verður gjørdur av einum privatum felag, meðan Sandoyartunnilin verður gjørdur av tí almenna.

Landsverk heldur hinvegin, at eitt felag kann byggja báðar tunlarnar í senn við at leingi avdráttartíðina við tveimum árum – og uttan eina krónur úr landskassanum.

Gerhard Lognberg sigur, at hann ivast stórliga í hesum og heldur, at ætlanin hjá Oyvindi Brimnes og Landsverki er at forða verkætlanini við Sandoyartunlinum og at seta fólk upp í móti hvørjum øðrum.

- Hann eigur at fáa fimm minnuttir og harvið sekkin, sigur Gerhard Lognberg, løgtingsmaður og borgarstjóri í Skopun.

Lesarabrævið hjá Gerhardi Lognberg kann lesast á síðu 13.