Pædofili á føroyskum heimasíðum

   

Havi hug at gera eina viðmerking til Búa Tyril, sum í eini viðmerking í Sosialinum og Dimmalætting 16. juli 2003 greiddi frá, at hann hevði sæð pædofilt tilfarð verða spreitt út á einari føroyskari heimasíðu. Eg haldi tað verða gott, at Búi setur hetta evnið á dagskránna. Fólk sum hava ábyrgd av heimasíðum, har t. d. tjaktorg er ein møguleiki, hava ábyrgd av tí, sum liggur á hesum síðum.

Tjaktorg ein løtt kelda at spjaða ótespiligt tilfar
Fyri uml. 1,5 árum síðani var eg úti fyri einari líknandi hending, sum Búi greiddi frá. Eg sat og "surfaði" eitt sindur á internetinum eitt kvøldið. Kom fram á nakrar slóðir um nýggjar føroyskar heimasíður og helt tað kundi verið áhugavert at síggja, hvat føroyingar nú høvdu funnið uppá.
Ein av hesum føroysku heimasíðum hevði eitt tjaktorg, sum eg fór inn á. Orðini í einum av innleggunum bendu heilt týðuliga á pædofili. Tað vóru orð sum "adults, parents, sex" o.l. Harafturat hevði viðkomandi eisini lagt nakrar slóðir á tjaktorgið. Eg varð øgiliga kløkk av hesum, men helt at eg skuldi kanna hetta nærri og fór inn á eina slóð. Tann slóðin beindi meg beint inn á eitt tað mest óhugnaliga eg havi verið úti fyri. Ein síða við myndum av børnum og slóðum við sigandi teksti, so sum "Father and 10?year old" o. l. Tú kanst ikki ímynda tær, hvat fyri myndir vóru at síggja handan hesar slóðir.
Eg var veruliga skakað og illa fyri av hesum og ringdi sjálvandi beinanvegin til eigaran av heimasíðuni og spurdi, um viðkomandi varð greiður yvir, hvat stóð á hansara heimasíðu/tjaktorgið. Tað var viðkomandi ikki, hann hevði ikki verið inni á tjaktorginum í eina tíð. Lítla løtu seinni var innleggið slettað.

Ringdi til politistøðina
Eg ringdi síðan til politistøðina í Tórhavn og greiddi frá hendingini. Helt at løgreglan átti at veri áhugað í hesum, tí talan var um eina føroyska heimasíðu, og tí var tað sannlíkt, at talan var um ein føroying. Eg eri annars rættiliga vís í, at talan veruliga var um ein føroying, tí nøkur av orðunum í innlegginum vóru føroysk, hóast tey flestu vóru á enskum.
Eg helt, at tað burdi verið í áhugamálunum hjá føroysku løgregluni at fingið slíkar upplýsingar, og tí ringdi eg til teirra.
Vakthavandi løgreglumaðurin segði, at hetta gjørdu teir einki við í Føroyum. Hann bað meg ringja til Keypmannahavn!!! Hann vildi ikki eingang vita, hvør føroyska heimasíðan var!!! Eg fór so at leita mær telefonnummarið hjá donsku løgregluni fram og ringdi til løgregluna í Keypmannahavn, sum hevði eina deild, ið arbeiðir við slíkum málum.
Tá eg læs viðmerkingina hjá Búa Tyril, sum hevði sæð pædofilt tilfar spreitt út á føroyskari heimasíðu, helt eg, at eg skuldi siga frá mínum upplivilsi. Í hesum sambandi vil eg nevna, at talan er um tvær ymiskar heimasíður. Eg havi ikki illgruna til, at eigarin av heimasíðuni yvirhøvur er innblandaður í hetta. MEN eg vil bara minna fólk, sum eiga og umsita heimasíður, á at ansa eftir teimum. Tit hava samábyrgd, um slíkt tilfar verður breitt út umvegis tykkara heimasíður.
Eg vóni at løgreglan í Tórshavn hevur fingið eina aðra mannagongd hesum viðvíkjandi. Tað kann ikki verða meiningin, at ein borgari, sum ger sína skyldu, verður biðin um sjálv/-ur at ringja til løgregluna í Danmark við slíkum málum.