Forstjórin í Betri samtakinum og í Betri Banka fekk 11,3 milliónir krónur í løn frá Betri samtakinum í fjør – slakar 9 milliónir vóru uppsagnarløn.
Tá ið Birgir Nielsen, nevndarformaður í P/F Betri (sum fyrr æt TF Holding) og Torben Nielsen, nevndarformaður í Betri Banka (sum fyrr æt Eik Banki), tann 13. juli í fjør skrivaðu í tíðindaskrivi, at Suni Schwartz Jacobsen »hevði valt at siga seg úr starvi«, so sampakkar tað ikki heilt við tað, sum stendur í ársroknskapinum fyri Betri samtakið og Betri Banka. Tí sambært roknskapunum hevur hann fingið »uppsagnarveiting« – ikki fyri tað, sum svarar til seks mánaðir, sum hann skuldi havt fingið, um hann sjálvur segði seg úr starvi, men í 24 mánaðir, sum hann hevur rætt til, um hann verður sagdur úr stravi.
Tá in.fo skrivaði í gjár, at Suni Schwartz Jacobsen fekk 6,1 millión í uppsagnarløn, so var bara talan um tann partin, sum hann fekk í uppsagnarløn frá Betri Banka. Men sum forstjóri í móðurfelagnum, P/F Betri fekk hann eisini uppsagnarløn, sum til samans er upp á slakar 9 milliónir krónur, sum eru útreiðsluførdar í roksnakpinum hjá Betri samtakinum fyri 2017.
At tað er dýrt hjá bankum og tryggingarfeløgum at siga stjórar úr starvi er roknskapurin hjá Betra samtakinum gott dømi um. Tí umframt tær 9 milliónir krónurnar, sum Suni Schwartz Jacobsen fekk við sær, tá hann fór gjøgnum dyrnar í samtakinum, so fekk Regin Hammer, sum árið fyri varð koyrdur frá sum stjóri í Betri Trygging (sum fyrr æt Tryggingarfelagið Føroyar), 4,4 milliónir við sær gjøgnum dyrnar í uppsagnarløn.
Soleiðis hava hesir báðir stjórarnir kostað eigarunum – sum eru tryggingartakararnir hjá Betri Trygging, 13,4 milliónir krónur í uppsagnarlønum.
TRÝST HER fyri at síggja Samsýning til nevnd og stjórn hjá Betri samtakinum
TRÝST HER fyri at síggja samsýning til nevnd og stjórn í Betri Banka