Felagið, sum í sínari tíð skuldi byggja og reka undirstjóvartunnilin millum Havnina og Skálafjørðin, er nú endaliga strikað
Tað kungjørdi Skráseting Føroyar í vikuni. Felagið varð strikað í partafelagsskrásetingini mánadagin.
Felagið hevði í seinasta grannskoðaða roknskapinum, sum var fyri 2013, eitt hall upp á slakar 2,3 milliónir krónur. Partapeningurin var 5 milliónir krónur, og tí er bókaði eginpeningurin fyri 31. desember í 2013 slakar 2,8 milliónir krónur.
Stjóri í P/F Eysturoyartunlinum og í P/F Faroese Infrastructure Holding var Ingi Højgaard, sum eisini er settur sum likvidator í báðum feløgunum, sum endaðu í Skiftirættinum.
Nevnd og stjórn var tann sama í báðum feløgunum: Nevndarformaður var Rune Bro Róin. Hinir nevndarlimirnir eru Christian Troels Skakkebæk, Henrik Rossing Lønberg og Jan Jakobsen.
Nú er tað annað felag, P/F Skálafjarðartunnilin, sum landið eigur, ið er í ferð við at byggja sama tunnil.