Eftir nøkur ár við fallandi virksemi, kann stóra samskiftisfyritøkan, P/F Sansir, staðfesta eina framgongd triðja árið á rað.
Tað skrivar Business-Line.
Bruttoúrtøkan er hækkað støðugt tey seinastu trý árini og gongur nú væl ímóti sjey milliónum krónum. Starvsfólkaútreiðslurnar til tey umleið 20 starvsfólkini var góðar seks milliónir krónur, meðan fyritøkan hevði eina netto-rentuinntøku á 340.000 krónur.
Endaliga úrslitið í fjør gjørdist 1,1 milliónir krónur, ið er ein framgongd í rakstrinum í mun til undanfarna árið, tá óvanligar inntøkur góvu felagnum eina inntøku á kr. 2,7 mió kr.
Lesið meira á bl.fo VIÐ AT TRÝSTA HER